Bara tvey partrolarapør fiska botnfisk í løtuni. Hinir allir fiska makrel ella liggja við bryggju.
Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.
Í gjár lógu allir djúpvatnstrolararnir, men væntandi fór ein trolari út nú um vikuskiftið.
Eisini djúpvatnstrolarar eru á makrelveiði. Teir, sum ikki fiska makrel í løtuni, liggja við bryggju.
- Bara ein trolbátur er til fiskiskap, og væntandi loysa aðrir í næstum.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at trolbáturin, sum er til fiskiskap, roynir vestanfyri, og meginparturin av veiðini er upsi.
- Hesin trolbáturin kemur væntandi inn at landa síðst í vikuni sum kemur, sigur marknaðurin.