Lítil futtur í landsliðnum

Hóast Føroyar hava verið nógv meiri á bóltinum, so er tað framvegis málleyst í Gibraltar

Gunnar Nielsen verjir føroyska málið fyri 64. ferð í dag

Føroyar spæla í løtuni ársins fyrsta landsdyst í fótbólti. Hann er suðuri í Gibraltar. Nú eru teir farnir at hvíla seg, og støðan er framvegis málleysur javnleikur.

 

Føroyar hava verið umleið tvífalt so nógv á bóltinum sum heimamenninir, men tað hevur sjáldan verið vandamikið frammanfyri málini.

 

Graslíkisvøllurin kennist vera turrur, og spælararnir hava ikki altíð so lætt við at temja bóltin. Tað ber aftur við sær, at ferðin í spælinum ongantíð hevur verið nakað at reypa av, og tí hevur verið torført at finna upplagdar málmøguleikar.

 

Gibraltar hevur hava eina hálva roynd ímóti føroyska málinum, og Føroyar hava havt seks royndir ímóti heimamálinum, og í onkrum føri var kósin heilt góð, men so varð bólturin blokeraður.

 

Gibraltar - Føroyar (0-0)

 

Føroyar: Gunnar Nielsen – René Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður H. Askham, Viljormur Davidsen – Gilli Rólantsson Sørensen (Jóannes Bjartalíð, 46.), Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Meinhard Egilson Olsen – Hallur Hansson, Klæmint A. Olsen

 

 

 

Gunnar Nielsen verjir føroyska málið fyri 64. ferð í dag