- Bara trý línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum, men helst fara nøkur út, tá veðrið batnar.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at eitt - møguliga tvey - línuskip koma inn at landa í vikuni sum kemur. Tey hava mest av toski, hýsu og longu.
- Tvey línuskip eru undir Íslandi, og tey fara væntandi at landa har yviri. Hesi skipini fáa mest av toski, hýsu og longu.
Útlitini til útróður eru einki serlig. Streymviðurskiftini eru góð, men veðurvánirnar eru ringar.