Onkrir bátar vóru og stimaðu eftir nátugnum í gjár, men hjá teimum flestu mundi dagurin ikki roynast nakað serligur. Líkindini vóru so sum so, tó at tað ivaleyst onkustaðni hevur borið hampiliga væl til.
Nú er nakað útliðið, og skulu ein, tveir ella tríggir dagar aftrat roynast á nátaveiði, er tað ivaleyst ein treyt, at veðrið er gott og í mesta lagi eitt lítið lot. Ikki tí; tað er ikki farið av allari tíð enn, tí áður er nátungi fingin á sjónum einar 10 dagar út í september.
Í gjár vóru nakrir bátar úr Skopun á nátaveiði, men veiðan gjørdist ikki tann stóra. Soleiðis, sum In.fo skilti, tá vit vóru eina túr eftir bryggjuni í gjárkvøldið, høvdu flestu bátar niðanfyri 40 nátungar. Lotið var ov frískligt.
Menninir á myndini, Virgar Zachariasen, Bergur Viderø, Eyðun M. Viderø og Zacharias Zachariasen, høvdu stívliga 40 nátar og vóru sum skilst millum teir bestu. Eyðun var ikki við á túrinum, men syrgdi fyri, at gassgrýtan var heit, tá veiðimenninir komu aftur at landi.