Lítil útróður nú jólini nærkast

Streymurin er góður, og veðrið verður gott, men roknað verður ikki við nógvum útróðri.

Tvey smærri línuskip eru til fiskiskap. Tey fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

- Bæði skipini koma inn at landa hesa vikuna, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Øll frystiskipini eru til fiskiskap. 

 

- Streymurin er góður, og veðrið verður gott.

 

Men, á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki nógvan útróður hesa vikuna, nú jólini eru so nær.