Litir og ljós

Hansina Iversen er ein teirra, ið gevur føroyskari málningalist nýtt andlit. Í dag letur hon saman við trimum ungum listafólkum úr Danmark upp framsýning í Listaskálanum

 

MYNDLIST

Turið Kjølbro

Tað er ikki tradisjónella føroyska landslagið, málaríini hjá Hansinu Iversen ímynda. Hon er abstraktur málari, sum málar myndir, ið ikki ímynda nakað ávíst, men heldur bera tað vakra fram.

- Skýggj og umskiftiligir formar hava altíð hugtikið meg, ljósið, víddarspælið og perspektivið, sum eru í. Eg arbeiði ikki út frá plássum sum eru kend, men útlendsk listafólk siga, at tey síggja føroyska náttúru í mínum málaríum. Tá ið eg komi inn í mítt atelier, tá ið tað er tómt, byrji eg altíð við einum oyggjalag ella landslagi við sjógvi og himmali. So kemur hitt so líðandi. So føroyska náttúran er har onkusvegna, sigur Hansina Iversen.

Saman við listafólkunum Mini Blume, Kathleen Toft og Peter Bjørn Franceschi úr Danmark letur Hansina Iversen upp framsýning í Listaskálanum í dag. Tey eru javngomul, øll fødd í seinnu helvt av sekstiárunum, hava atelier í sama bygningi í Keypmannahavn, og eru vinfólk. Tey hittust í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, og hugtikin av landslagnum her, hava tey líka síðani tráað eftir at komið aftur til Føroya at sýna fram.

- Vit eru ógvuliga ymisk og spenna vítt í listini. Heilt frá súmbolskum, abstraktum og minimalistiskum yvir í monumentalar stórar realistiskar myndir, har figurarnir, ið eru á, síggja út sum veruligir, sigur Hansina Iversen, sum fegnast um, at henda framsýningin er vorðin veruleiki, tí tað er sjáldsamt, at ung listafólk sýna fram í Føroyum.


Arbeiðið íblásturin

Hansina Iversen er útbúgvin á Myndlista- og Handíðaskóla Íslands og Bildkonstakademin í Helsingfors í Finnlandi. Í fjør fekk hon eitt tvey ára íverksetanarstipendii frá Statens Kunstfond. Hon er eitt av okkara ungu listafólkum, ið stórar vónir eru um. Hansina gongur aðrar leiðir enn tær, ið hava eyðkent myndlist okkara tað seinasta ættarliðið, og hon er ein teirra, ið gevur føroyskari málningalist eitt nýtt andlit.

- Tað er sjálvt málaríið og innihaldið í málaríinum, sum er umráðandi. Í mínum hugaheimi ræður tað ikki um nakað, sum er sum so, men heldur um formar, sum eg finni fram og komi fram til í sjálvari arbeiðstilgongdini. Íblásturin kemur av at arbeiða. Eg byrji við fleiri løriftum og so formar eitthvørt seg á løriftinum, sum eg so arbeiði víðari við. Hetta er ein áhaldandi arbeiðstilgongd, sum flytir seg alla tíðina og tí veit eg ikki, hvat kemur burtur úr, fyrr enn eg eri liðug, greiðir Hansina Iversen frá.

Við á framsýningini hevur Hansina Iversen 19 verk, sum hon hevur arbeitt við síðani seinasta summar.


Frá náttúruni

Í ættarliðnum hjá Hansinu eru eins nógvar kvinnur sum menn, sum eru listafólk. Hansina heldur ikki kjakið um tað kynspolitiska í føroyska list og hvør ræður og ikki vera áhugavert.

- Tá ið eg sýni fram saman við samtíðarlistafólkum eru vit avgjørt á jøvnum føti. Onkusvegna eri eg í mínum uppvøkstri ávirkað av teimum listafólkum, sum hava verið og eru. Í ryggmerginum kanska, men ikki beinleiðis í tí eg geri. Eg leiti heldur ikki til føroyska list eftir íblástri. Tá ið tú býrt í Føroyum, verða náttúran og bygdalagið so sterk, at tú sum listafólk kemur ikki uttan um tað. Ung føroysk listafólk flyta seg burtur frá náttúruni í og við, at tey øll arbeiða uttanlands. Listafólkini, sum búgva og arbeiða í Føroyum, fara ikki at broyta seg munandi. Ikki tí, at tey eru steðgað upp, men tí tey arbeiða við einum evni, sum tey ikki kunnu sleppa. Tey blíva við at halda tað vera áhugavert og royna uppá nýggjar mátar við sama evni. Soleiðis er alla aðra staðni eisini. Tú kanst til eina og hvørja tíð kenna listafólkini aftur í tí tey gera. Hinvegin eiga listafólk ikki at broyta seg fyri at verða áhugaverd hjá øðrum. Sum listafólk arbeiðir tú fyrst og fremst út frá tær sjálvum og fyri teg sjálvan. Sjálvandi verður tú ávirkaður av kritikki, men tú kanst ikki broyta nakað, fyrr enn tú sjálv kennir, at tú ert steðgað upp.

Hansina Iversen dugir ikki at fáa eyga á nýggjar spírar í føroyskari list.

- Eg haldi ikki, at nakað nýtt er hent í langa tíð. Alt verður so innilokað og lokalt. Listafólk áttu at brúkt størri orku at farið út í verðina og sæð, hvat rørir seg í myndlistini í dag. Fyri mær virkar tað sum um, at tað als ongan áhuga hevur millum myndlistafólk í Føroyum. Tey fylgja ikki við hvat hendir og gera tey ikki tað, lata tey aftur fyri øllum. Ein av størstu íblástrarkeldunum er at síggja onnur listafólk og hvat ið tey gera. Ofta kann man brúka okkurt man hevur sæð og arbeiða víðari við. Tað letur upp fyri onkrum, sum tú sjálv hevur verið blind fyri. Sum listafólk mást tú leita og ein lærir alla tíðina.


Privilegium

Hansina Iversen er við á Várframsýningini á Chalottenborg í ár. Umframt var hon við á Várframsýningini í Listaskálanum, sum júst er tikin niður. Í summar skal hon taka lut á eini ferðaframsýning ið reikar úr Litava, til Finnlands og Svøríkis og endar í Føroyum. Umframt verður hon við á eini sýning hjá listafelagnum Diamanten í Kongliga Bókasavninum í Keypmannahavn. Sjálv tekur hon útlendskar framsýningar fram um ta einastu føroysku sensureraðu framsýningina, Várframsýningina.

- Framsýningin á Chalottenborg er ein størri framsýning, har nógv fólk koma. Hon hevur eisini hægri status, og er eitt forum, har fólk innan listaverðina koma at hyggja og forvitnast. Og hjá mær, sum royni at liva av at vera listafólk, má eg vísa verkini hjá mær á slíkum støðum, og tí er umráðandi at vera har. Og haðani kanst tú koma víðari, til gallarí og aðrar framsýningar. Hinvegin vil eg fegin vísa fram í Føroyum, hvat eg geri, soleiðis at føroyingar verða fortróligir við tað eg geri og meg, sigur Hansina Iversen.

Í mun til ung listafólk úr øðrum Norðurlondum er greitt ein fyrimunur at vera úr Føroyum, tá ið tað ræður um at sleppa við á innbodnar ferðaframsýningar í Norðurlondum, sum koma í teir bestu sýningarskálarnar, heldur Hansina Iversen.

- Fólk úr Norðurlondum og aðra staðni hava stóran áhuga í Føroyum og føroyskari list. Kanska tí landið er lítið og sjáldsamt. Teir sterku litirnir og ljósið í føroysku listini hugtaka fólk. Nú eg havi arbeitt í nøkur ár, verði eg boðin við á framsýningar, og tað er avgjørt eitt privilegium í mun til onnur ung. Tey skulu stríðast nógv meiri enn eg at sleppa uppí part, sigur Hansina Iversen.


MYND: HANSINA IVERSEN

MYNDATEKSTUR: - Fólk uttanlands hava stóran áhuga í Føroyum og føroyskari list. Eg verði boðin við á framsýningar, og tað er avgjørt eitt privilegium í mun til onnur ung úr Norðurlondum, sum skulu stríðast nógv meiri enn eg at sleppa uppí part, sigur Hansina Iversen. Mynd: Jens Kristian Vang