Lítla ólavsøka verður í Havn í annaðkvøld

Hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, og síðani hevur Mentanarnáttin ment seg til størsta einstaka tiltak í Tórshavn aftan á ólavsøkuna, og ofta verður hon eisini rópt »lítla ólavsøka«.

Tiltakið er ár um ár vaksið í vavi og er vorðið ein fólkaveitsla við tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum og alskyns tiltøkum.

 

Hetta er kvøldið, tá ið veruligt lív kemur í Havnar gøtur, og fólk fara út at spáka, heilsa upp á onnur og vitja tey mongu tiltøkini – tey flestu ókeypis.

 

Ársins Mentanarnátt verður í morgin, fríggjakvøldið 7. juni, og sum vant við nógvum forvitnisligum tiltøkum. Stovnar og virkir lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið.

 

Livandi tónleikur sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Nógvastaðni í býnum verður tónleikur at hoyra.

 

Skráin er tøk á www.mentanarnattin.fo og á facebook.com/mentanarnattin.

 

Tað er Visit Tórshavn sum samskipar Mentanarnáttina.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##