Litrík framsýning í Smiðjuni

Fríggjadagin 17. juni kl. 14 er fernisering í sambandi við eina nýggja litríka framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Det er danska listakvinnan Ingrid Møller, sum sýnir fram sínar málningar við myndevnum úr føroysku náttúruni. Ingrid hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum, tann seinasta í 2009.

Ingrid Møller er útbúgvin á Danmarks Design Skole sum málari og teknari. Harumframt hevur hon gingið á Århus Kunstakademi og Den Grafiske skole í Århus. Hon hevur starvast sum art director á reklamuvirkinum Team 85 fyri nógvum árum síðani. Hon vitjar javnan í Føroyum og verður ikki mett av at tekna og mála føroysku náttúruna. Ingrid fæst burtur av við at mála og undirvísa í tekning og máling.

Framsýningin verður opin til og við 22. juni. Opið er frá kl. 11-18.30.