Litríka Ásla Rannvá

Fríggjadagin Klokkan 16 letur Ásla Rannvá Svensson upp málningaframsýnign í Smiðjuni í Lítluvík.

Ásla Rannvá er í læru sum blómudekoratør í blómuhandlinum Akkuleya í Havn.

Seinastu framsýningar hjá henni hava verið litríkar og tað er hendan framsýningin eisini.

Tó eru nógvar av teimum vatnrøttu linjurnar blivnar lodrættar.

Málningarnir, ið eru við á hesi framsýningini eru næstan allir málaðir tað seinasta árið. Ásla Rannvá dámar væl at royna nýggjr mátar at arbeiða uppá og hesa ferð hevur hon fleiri smáar málningar.

- Vit hava nú búð á Velbastað nakað meir enn í eitt ár, og er tað eitt fantastiskt stað. Velbastaður hevur givið mær nógvan íblástur. Og haldi eg, at tað eru fá støð, at ljósið er so vakurt sum her.

Her havi eg gjørt mær eitt rúm har eg bæði máli, geri smykkur úr ymiskum perlum og bindi alt møguligt, sigur Ásla Rannvá Svensson.

Framsýningin er opin fríggjadagin frá klokkan 16 til 18, leygardagin klokkan 11 til 18, sunnudagin klokkan 14 til 19 og mánadagin frá .klokkan 13.30 til 18.