Tað er í dag kl 13.00 at stóra heilsu og vælverutiltakið fer av bakkastokki.
- Vit vilja stuðla undir møguleikan hjá tí einstaka at liva eitt heilsugott lív í góðari javnvág við seg sjálvan og umhvørvið, siga fyriskiparnir.
Hetta er eitt forvitnisligt tiltak uppá nógvar mátar, vit hava eina fulla skrá og tilboðini á staðnum eru mong.
Málið við LIVA-tiltøkunum er at bjóða upplivingar, ið geva vælveru, kunnleika og lívshug. Tey flestu okkara hava so mong smá og stór gerandishøft liggjandi á okkum, at stundir eru ikki til at ansa eftir okkum sjálvum, og persónlig vælvera og heilsa verða skúgvað til viks. LIVA vil skapa avbrot í gerandisdagin, soleiðis at tú í øllum førum hesar løtur flytur fokus frá tí hektiska gerandisdegnum til lívsnjótan og vælveru. Tískil vóna vit at fleiri fólk fara at leita sær til Klaksvíkar í dag. Hetta er nevnliga ein dagur har man hevur møguleika at kanna sína heilsustøðu, hugna sær, fáa íblástur og læra nakað um seg sjálvan, søgdu fyrireikarnir frá í badmintonhøllini í morgun, har seinasta hond nú verður løgd á verkið.