Árnafjørður: Theodor Olsen er ein av fleiri árnfirðingum sum er fullkomuliga bundin av at vegasambandið millum heim og arbeiðsstað er í lagi.
Hann arbeiðir á Fiskamarknaðinum í Klaksvík og koyrir tí fram og aftur hvønn einasta dag gjøgnum tann sunnara Borðoyatunnilin.
Hann og øll hini vita tí alt um, hvussu tað er at koyra ígjøgnum ein tunnil sum er meiri enn 40 ára gamal og als ikki lagaður til dagsins tørv og ferðslu.
Umframt dagliga starv sítt í býnum, er hann somuleiðis ein av limunum í staðbundnu nevndini hjá árnfirðingum í Klaksvíkar kommunu. Hann hevur tí fyrstahonds kunnleika til viðgerðina av hesum máli.
Tey kunnu bara staðfesta, at undanfarnar samgongur hava einki gjørt við hetta átrokandi málið fyri fólkið norðanfyri. Tey høvdu kortini vónað, at henda fór at seta hol – bæði so og so – á tunnilsætlanina Norður um Fjall.
- Tað eydnaðist so heldur ikki hesaferð, slær Theodor Olsen fast. Og hann leggur aftrat:
- Tað vísir bara, at ein ikki má gerast ov lætt vónbrotin, tá ein hevur við politikkarar at gera!
Tvey støð
Í staðbundnu nevndini hava tey við jøvnum millumbilum havt málið um tunlarnar til viðgerðar. Semja er um, at neyðugt er við nýggjum tunlum.
Tey hava víst á hetta málið á fundum og við skrivum, millum annað einum frá 20. september í 2006.
Hinvegin hevur ikki verið semja millum nevndarumboðini úr Árnafirði og tey úr Klaksvík um, júst hvar tunnilin skal koma út við bygdina.
Tey staðbundnu vilja hava tann sunnara tunnilin til Klaksvíkar at koma út tættari við bygdina, enn tey úr býnum ynskja.
- Vit høvdu kortini vónað, at politikkararnir fóru at lurta eftir tilráðingini frá Landsverki. Men tað sær ikki soleiðis út í løtuni, sigur Theodor Olsen.
Vita ikki um annað
Í løtuni liggur eitt uppskot í tinginum um at gera ein tunnil millum Klaksvík og Depil umvegis Árnafjørð.
Mett verður, at tað fer at taka eitt ár at fyrireika og fýra ár at bora tunnilin, sum helst fer at kosta omanfyri 230 mió krónur.
Men hvørjar vónir gera Theodor og fólkið í heimbygd hansara sær um at hetta uppskotið fer at vinna frama í løgtinginum?
- Vit vóna sjálvandi, at peningur verður játtaður til hesar tunlarnar. Vit sum búgva her, eru von við at koyra ígjøgnum teir og vita ikki um nakað annað, sigur hann.
Theodor vísir hinvegin á, at fremmand fólk mangan hava trupulleikar, tá tey hava koyrt í tunlunum.
Hugsa seg um
Í dag búgva niðanfyri 50 fólk í Árnafirði, meðan tey í gomlum døgum vóru beint omanfyri eitthundrað.
Hesi kenna hvønn dag til tær truplu umstøðurnar at sleppa av bygdini, men mugu bara brynja seg við toli í nógv ár aftrat. Einki bendir nevniliga á, at ynski teirra um nýggjan tunnil verður framt í bræði.
At eingi útlit eru fyri at fáa nýggjan tunnil, hóvar Theodor og bygdarfólkinum sera illa. Sjálvur hevur hann hoyrt um fólk, sum kundu hugsað sær at keypt grundøki í Árnafirði um betri samband var til Klaksvíkar.
- Tí sært tú: Gekk tunnilin hiðani frá og kom út í Gerðabø, so tók tað okkum bert einar 2-3 minuttir at koyra til miðbýin í Klaksvík.
- Men við útlitunum í løtuni, verður hetta neyvan veruleiki í bræði. Og hetta kemur sjálvandi at merkja, at fólk hugsa seg um tvær ferðir, áðrenn tey vilja búseta seg her, slær Theodor Olsen fast.
Kristian Fríðrik: Trupult at menna økið
Eru teir í Klaksvíkar býráði vónbrotnir av pørtum í fíggjarlógini, eru teir kanska mest vónbrotnir av, at teir ikki til fulnar vita hvørjar karmar teir hava at halda seg til.
- Tað er ikki í fyrstu syftu ein spurningur um, hvussu nógvur peningur ið verður játtaður til tey ymisku endamálini. Vit høvdu ynskt at løgukarmurin gekk frá samgongu til samgongu, og ikki steðgaði upp, hvørja ferð ein nýggj verður skipað.
- Ja tað vísir seg at hvørja ferð ein samgonga verður skipað, dettur alt hitt á gólvið. Tað hevði verið munandi betri um alt varð lagt í fastar karmar, soleiðis at vit vistu hvørjar ætlanir, ið vit kundu gjørt saman við hinum kommunum í Norðoyggjum. Sum nú er, er hetta ógvuliga frustrerandi hjá okkum, sigur Kristian Fríðrik Olsen, býráðslimur í Klaksvíkar kommunu.
Nú eingin peningur er játtaður til nýggjan tunnil – ella tunlar Norður um Fjall – merkir tað í fyrsta lagi, at klaksvíkingar, árnfirðingar og norðoyingar annars mugu liva við verandi tunlum frá 1965-67 í mong ár aftrat.
- Av hesi somu orsøkini fáa vit heldur ikki lagt nakrar ætlanir fyri, hvussu hetta økið skal mennast í framtíðini, slær Kristian Fríðrik fast.
Bjørt: Eingin pengar í ár
- Eingin játtan verður til tunnilin Norður um Fjall í ár, staðfestir vinnumálaráðharrin, Bjørt Samuelsen.
Mikudagin segði hon við Rás2 at 0 krónur eru á fíggjarætlanini fyri 2008 til henda tunnilin og tann Viðareiðis.
Miðað verður kortini eftir, at 10 mió krónur skulu setast á fíggjarlógina næsta ár.
FAKTA
Tingið: Fimm minnilutar um ein tunnil
Hin 4. mars løgdu teir tríggir norðoyatingmenninir, Anfinn Kallsberg, Jákup Mikkelsen og Bjørn Kalsø fram uppskot til nýggjan tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Klaksvík, Árnafjørð og Depil.
Málið varð síðani beint í Vinnunevndina, sum hevur havt fund við umboð fyri kommunurnar í Klaksvík, Viðareiði og Hvannasundi, landsstýriskvinnuna í vinnumálum og landsverkfrøðingin.
Eftir viðgerðina hevur vinnunevndin býtt seg í fimm minnilutar – ein sum tekur undir við uppskotinum; tveir sum við ymiskum grundgevingum taka støðu í tingsalinum, og tveir sum við ymiskum grundgevingum eru ímóti uppskotinum.
2. viðgerð av tingmáli 134/2007 verður mánadagin 5. mai. Hetta er 7. málið á skránni til henda tingfundin.