Livandi Savnið í Hoyvík víðkað

Afturat innandura arbeiðinum hjá Føroya Heimavirkisfelag, verður smiðjan klár at lata upp í summar, og í samarbeiði við onnur áhugafeløg verður skipað fyri ríðing á rossum fyri børn

Í felagsblaðnum hjá Føroya Heimavirkisfelag, ið júst er borið út til limirnar í felagnum, stendur mangt forvitnisligt. Eitt nú er ein grein eftir Súna Poulsen um, hvat vøran skal kosta.

- Hetta er ein spurningur, sum flestu listhandverkarar hava trupult við at svara, tí tað er sera torført at seta prís á egna framleiðslu. Men eitt er vist. Er prísurin ov lágur, er tað framleiðarin, sum er taparin, sigur greinskrivarin.

Summum fellur tað lætt, øðrum tungt, meðan onnur fyri alt í verðini ikki vilja vísa, at tey yvirmeta virðið á tí, tey hava gjørt. Meginreglan er nevniliga, at ein vøra hevur tað virði, sum kundin vil gjalda fyri hana. Tann rætti spurningurin at seta er tí, hvussu nógv vil kundin gjalda fyri tað, sum eg geri.

Í greinini eru góð ráð og leiðbeining um, hvussu tann rætti prísurin verður roknaður út.


Felagsarbeiði Heima á Garði

Tiltakið hjá Føroya Heimavirkisfelag við Livandi Savninum í Hoyvík verður nú víðkað og broytt eitt sindur í mun til í fjør. Afturat innandura arbeiðinum við ull, træskurði o.ø. verður smiðjan klár at lata upp 1. juli í ár, og í samarbeiði við onnur áhugafeløg verður skipað fyri ríðing á rossum fyri børn. Hvønn leygardag í summarmánaðunum verður opið fyri almenninginum. Í bóndahúsunum verður arbeitt við ull, træskurði, roði, virkan av bondum og øðrum. Framsýning er eisini í húsunum. Í smiðjuni verður arbeitt við jarni og úti verður sum nevnt ríðing. Onnur tiltøk verða kanska á skránni, so sum báðasmíð, sigling við seglum, útisjónleikur og dansur.

Fyrst í juli verður landnámsskeið í Hoyvík. Skeiðið verður hildið í einari víkingatjaldlegu á náttúruvakra økinum hjá Føroya Fornminnissavni Heima á Garði. Royndir lærarar undirvísa í eldsmíði, bátasmíði, ullavirking, plantuliting og øðrum.

Annað mangt stendur í felagsblaðnum hjá Føroya Heimavirkisfelag, um skeið, legur, útferð og síðsta aðalfundin í felagnum. Stóra framsýningin Hendur&Hugflog verður eins og undanfarin ár seinasta vikuskiftið áðrenn ólavsøku.

Forkvinna í Føroya Heimavirkisfelag er Torgerð Mørkøre. Næst henni er Katrin Olsen, kassameistari er Valborg Gulklett Arge, skrivari er Poula Sørensen, fimti limur er Nigro Hermansen. Eykalimir eru Jeannet R. Poulsen og Marjun Thomassen. Grannskoðari er Helma Frýdal.