Tað var ein troyttur, men ovurfegin og stoltur Livar Nysted, sum Rás2 fekk orðið á klokkan 18.50 føroyska tíð.
Livar Nysted kundi eisini við gleði staðfesta, at hann og manningin umborð á Trio nú eiga heimsmetið við at hava róð frá Avstraliu til Mauritius uppá 57 dagar. Livar og hinir umborð á Trio eru enntá ein dag frammanfyri tað gamla metið.
Livar sigar, at kenslan er so góð, at tað kann ikki sigast við orðum. Í morgin fara teir at rógva ein styttri tein, fyri at leggja at somu strond í Mauritius, sum báturin, sum átti gamla metið legði at, so eingin kann pástanda nakað um avrikið hjá Livari og hinum umborð á Trio. Og teir verða framvegis væl innanfyri tíðina fyri heimsmetinum.
Undir myndini ber til at hoyra ljóðsamrøðuna við Livar Nysted, sum eisini nýtti høvið at senda eina heilsu heim til Føroya.