Fyrr í dag fingu teir ein sjógv á siglingar útgerðina og mugu venda heima aftur. Tað er ikki lovvt at rógva uttan at siglingar útgerðin er í lagið. Tí mugu Livar Nysted og manningin á Artemis Investments byrja ferðina um Altantshavið á nýggjum.
Málið hjá Livar Nysted og manningini á Artemis Investments er, at rógva úr New York til Bishops Rock við Scily oyggjarnar upp á undir 55 dagar. Teinurin er 5.214 kilometrar langur. Teir høvdu róð áleið 250 til 300 kilometrar, tá sjógvur kom í bátin.
Livar Nysted boðar frá á heimadsíðuni, at manningin hevur tað gott og mótið at byrja av nýggjum eisini er gott.