Livar skal rógva um Indiahav

- Tað verða ivaleyst nakrir strævnir mánaðir, men eg kenni meg væl fyri kropsliga og so avgjørt eisini sálarliga. Tað sigur Livar Nysted, sum í næstum skal rógva teir umleið 7000 kilometrarnar um Indiahav. Ein teinur, sum bara 16 fólk hava megnað at róð

Um góðar tveir mánaðir byrjar enn ein ævintýrferð hjá 42 ára gamla Livari Nysted úr Hvannasundi. Hesaferð gongur leiðin tvørtur um Indiahav, og tað merkir, at Livar Nysted skal rógva umleið 7000 kilometrar upp á einar tveir til tríggjar mánaðir.
- Ætlanin var at gera hesa ferðina í fjørð, men hon bleiv av ongum, av tí at báturin, vit skuldu brúka, koppaði í suðuratlantshavi, og so stóðu vit og manglaðu bát. Men nú skal tað vera, sigur Livar Nysted, sum í løtuni fyrireikar seg til stóra túrin, ið byrjar á vestursíðuni av Australia og skal eftir ætlan enda á oynni Mauritius.

Rør við superstjørnu
Tað hava verið gjørdar okkurt um 39 royndir at sigla teinin um Indiahav, men tað hevur bara eydnast 16 fólkum at róð teir umleið 7000 kilometrarnar.
Livar skal rógva saman við tveimum øðrum monnum, og tað er ikki roynt áður.
- Ongantíð hava tríggir menn róð tvørtur um Indiska Hav, so gongur ferðin, sum hon skal, og vit koma til Mauritius, eru vit teir fyrstu, sum hava megnað at róð teinin bara tríggir mans, greiðir Livar Nysted frá.
Teir báðir menninir, sum gera ferðina saman við Livari Nysted eru ein onglendingur og ein libani. Tað var rógvarin úr Libanon, sum setti seg í samband við Livar Nysted, tí hann vildi royna at rógva yvir um Indiska Hav.
- Hann er ein sannur ævintýrari, sum hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Eitt nú hevur hann verið á Mount Everest og gingið til Norðpólin. Men hann hevur ongantíð róð um hav, og tað vil hann so royna nú, og tí ringdi hann til mín, fortelur Livar Nysted og leggur afturat, at teir báðir hittust fyrstu ferð í 2008 í Skotlandi.
Tær mongu ferðirnar, sum libanin hevur verið á, hava gjørt hann til ein kendan persón har á leiðini. Herfyri var Livar Nysted í Libanon og vitjaði hann.
- Hann er ein veruliga superstjørna í Libanon, upptraðkar javnan í fjølmiðlunum og verður nærmast viðfarin sum kongaligur í Libanon, greiðir Livar Nysted frá.

Venjingin er hørð
Vitjanin í Libanon var partur av drúgvu fyrireikingunum, sum eru fyri framman.
- Eg vitjaði hann, soleiðis at vit kundu brúka eitt sindur av tíð saman og læra hvønnannan betur at kenna, áðrenn ferðin byrjar, sigur Livar Nysted.
Fyrireikingarnar til longu ferðina tvørtur um Indiahav eru av álvara byrjaðar. Í løtuni rør Livar Nysted á rógvimaskinuni, sum hann hevur heima við hús, í ein góðan tíma hvønn dag.
- Tá ein mánaður er eftir, til eg skal avstað, skal eg rógva í minsta lagi tveir tímar um dagin, umframt eg eisini skal venja meira styrkivenjing afturat rógvingini, sigur Livar Nysted. Á ferðini koma teir at rógva tveir mans í tveir tímar og hvíla í tveir tímar.
Hann hugsar ikki stórvegis um kostin júst nú.
- Í løtuni eti eg vanligan mat, men eg eti nógv. Tað er ein fyrimunur at verða hampiliga væl í holdum, tá túrurin byrjar, tí vit brúka nógva orku, tá vit rógva, og lætna fleiri kilo, sigur Livar Nysted og heldur fram:
- Tá vit so fara avstað skulu vit hava orku, sum svarar til einar 14 cheeseburgarar hvønn dag, greiðir Livar Nysted frá.
Hann róði fyrstu ferð ein langan tein í 2009, tá hann gjørdi eina roynd at rógva um Norðuratlantshav. Síðani hevur hann róð fleir túrar eisini um onnur høv.
- Tað er avgjørt ein fyrimunur fyri meg, at eg havi royndir at rógva langar teinar, tí nú veit eg, hvat eg kann vænta av túrinum, hvørjir trupulleikar kunnu stinga seg upp og tílíkt. Tí haldi eg eisini, at eg sálarliga eri so væl fyri sum til ber til hesa ferðina.

Konan stuðlar mær
Livar Nysted dylir ikki, at tað hevur alstóran týdning, at hann fær góðan stuðul frá baklandinum, tá hann ger hesar ferðirnar. So er eisini hesaferð.
- Konan stuðlar mær ótrúliga væl, og um hon ikki gjørdi tað, so hevði eg ikki farið á slíkar túrar, sum teir, eg geri. Bæði hon og børnini eru ógvuliga spent og vóna sjálvandi, at tað fer at gangast okkum væl at rógva um Indiska Hav, sigur Livar Nysted.
Hann vísir tó eisini á, at tað eru tey, sum halda lítið um, at hann fer drúgvu túrarnar í árabáti.
- Summi rista við høvdinum og skilja ikki, hví eg geri hetta, og teimum dámar einki, at eg aftur skal avstað. Men eg haldi, at høvuðsorsøkin er tann, at tey vita ikki reiðiliga, hvat tað er, sum fer fram á eini slíkari ferð, sigur Livar Nysted og heldur fram:
- Men eg skilji tey væl kortini. Kanska er tað verri hjá teimum, sum sita heima, enn hjá mær. Eg veit, hvussu alt gongur fyri seg á ferðini og kenni trygdina, og tí eri eg ikki bangin, sigur Livar Nysted og vísir á, at teir hava framkomna útgerð og ymsar hentleikar umborð á bátinum, um so er, at alt ikki gongur eftir vild.

Vil liva av rógving
Hóast tey flestu eru rættiliga bergtikin av teimum ferðunum, sum Livar Nysted ger, fær hann javnan spurningin, hví hann tímir at sita í báti og rógva hvønn dag í fleiri vikur ella mánaðir. Sjálvar er hann ikki í iva.
- Tá eg fór fyrsta túrin í 2009, var tað ein dreymur, eg leingi eg hevði havt, ið nú skuldi gerast til veruleika. Kenslan, sum eg havi, hvørjaferð, tá eg havi verið á einum slíkum túri, er fantastisk, men hinvegin merkist eitt tómrúm, tá túrurin so er liðugur, tí hugurin at rógva á opnum havi er alla tíðina til staðar, sigur Livar Nysted.
At sita í báti við ár í hondunum er ein heilt serlig uppliving fyri Livar Nysted.
- Eg njóti tað veruliga. Tað er kanska samanberast við at ganga í eini oyðimørk, har onnur bert síggja sand. Har síggi eg líkasum nakað meir, fortelur Livar Nysted.
Hann hevur ongar ætlanir um at steðga við ferðunum á opnum havi fyribils.
- Eg kundi hugsað mær, at eg kundi livað av hesum, tí hugurin at rógva á henda hátt er har framvegis . Tað er dreymurin at liva av slíkum túrum, sigur Livar Nysted, sum tó ikki hevur nakran sponsor í løtuni.
Ein filmsmaður úr Onglandi fer at fylgja Livari Nysted og hinum báðum monnunum á ferðini um Indiahav. Ætlanin er, at gera eina sending í trimum pørtum um ferðina, sum síðani verður víst á ymsum rásum í fleiri londum.
- Tað burdi kunnað lokkað onkrar stuðlar, vildi eg hildið, sigur Livar Nysted við einum skálkabrosi.