Lívbjargandi trygdarútgerð 

Gummibátatænastan, sum er ein av kendu fyritøkunum í høvuðsstaðnum, hevur síðan 2013 hildið til í egnum virkisbygningi í Mykinesgøtu í Havnardali.

 

Hóast størsti parturin av virkseminum hjá fyritøkuni snýr seg um trygdar- og bjargingarútgerð umborð á skipum og bátum, selur Gummibátatænastan eisini lívbjargandi trygdarútgerð til fyritøkur og stovnar eins og til privata húsarhaldið.

 

Hjá Gummibátatænastuni fáast eitt nú roykalarmar, eldsløkkjarar, brandteppir, andingarverja, trygdarhjálmar og hjartastartarar. Fyritøkan hevur eisini øll skeltir, sum eru leiðbeinandi og vegleiðandi um t.d. neyðútgongd, trappur og onnur ávarandi skeltir. 

 

Gummibátatænastan hevur øll árini umboðað Viking gummibátar umframt alla aðra trygdar- og bjargingarútgerð sum eitt nú bjargingarvestar, neyðrakettir, brandávaringar, bjargingarvestar, bjargingarkransar, flótidraktir og branddraktir.

 

Haraftrat hevur fyritøkan eisini vælumtóktu Brenderup viðfestisvognarnar.

 

Størsti parturin av arbeiðnum í eini slíkari fyritøku er at hava tey lógarkravdu árligu trygdareftirlitini við allari trygdarútgerðini, so hon virkar, tá brúk er fyri henni.

 

- Vit hava sera góðar umstøður og alla útgerð sum krevst her í Mykinesgøtu, so vit kunnu veita kundum okkara eina góða og skjóta tænastu, sigur Dánjal Jóhan Thomsen, stjóri í Gummibátatænastuni.

 

##med2##

 

Gummibátatænastan selur eisini vælumtóktu Brenderup viðfestisvognarnar.