Livdu sum føroyingar á írsku smáoyggjunum

SIÐSØGA. Á írsku smáoyggjunum livdu tey sum føroyingar fyri 100 árum síðan

Føroyingar eru væl fyri, tá tað snýr seg um siðsøguligar bøkur. Seinastu mongu árini eru javnan bøkur útkomnar, skrivaðar av føroyingum um Føroyar. Bygdasøgur, ættarsøgur, søgur um heilar vinnugreinar og aftur søgur um partar av vinnunu og hvussu fólk búleikaðust eitt ávíst tíðarbil.

Sjálvdan hevur hjartað bankað so hart fyri eini bók, sum tá eg ein kaldan várdag í fjør, í einum bókakassa frá einum donskum skipi í Hamborg, fekk bókina ?Maðurin á oynni? eftir gæliska íran Tomás Ó Criomhtains upp í hendurnar. Eg hevði als ikki hoyrt, hvørki um rithøvunda ella titul, men longu á fyrstu síðu var nakað heimligt at síggja og á hvørju einastu síðu í bókini kendi eg meg aftur. Hendan søgan kundi eins væl verið skrivað í eini føroyskari bygd fyri fyri hundrað árum síðan. Søgurnar er meinlíkar teimum eg hoyrdi sum barn í Oyndarfirði, har tey vaksnu greiddu frá tí, tey mintust frá tí, sum teimum var fortalt av fólki longur aftur í tíðini.

Og sjálvur stílurin er so føroyskur, sum hann kann vera. Ein og hvør, ið dugir at siga eina søgu, hevur júst somu evnini sum ein góður rithøvundur. Hann roynir seg vara ikki við penninum, men tað hann sigur frá er eisini skaldskapur. Ein søga, sum bara nevnir fakta er ein keðilig søga. Eitt sindur av skaldskapi eigur at vera uppi í fyri at ein skal tíma at lurta eftir. Eitt sindur skal leggjast afturat og eitt sindur trekkjast frá á teimum røttu støðunum, fyri at søgan skal gerast góð, og hetta nýtist ikki at reingja sannleikan og moralin í søguni.


Ein fjarskotin oyggj

?Maðurin á oynni? eru endurminningar hjá Tomás Ó Criomhtains av oynni Stóra Blascaed í útsynningshorninum á Írlandi nakrar fáar fjórðingar úr meginlandinum. Rithøvundurin er føddur í 1854, og bókin lýsir eitt samfelag so primitivt, at ein hevur ilt við at skilja í dag, at fólk hava verið so tilafturskomin í Vesturheiminum so seint í søguni. Málið á oynni var gæliskt og undirvísingin í skúlanum hevði á barnaárum Tomás bert eittans endamál, at læra børnini enskt, soleiðis at tey seinni kundu flyta til Amerika. Men Tomás flutti ikki. Hann varð verandi heima og livdi av tí jørðin gav, av veiðu og av útróðri. Tá hann var komin í miðjan aldur, lærdi hann seg at lesa og skriva á móðirmálinum, á gæliskum. Í byrjanini av nú farnu øld komu fleiri málgranskarar og onnur til Stóru Blascead at læra seg gæliskt, og tað var ein av hesum fremmandu, sum í 1918 fekk eggjað Tomás at seta seg niður og skriva sína lívssøgu. Tomas var tá 60 ára gamal.

Tomás helt ikki, at endur-minningarnar hjá einum vanligum fátækum útróðrarmanni kundu hava áhuga hjá nøkrum, men tann fremmandi sannførdi hann, og tá hesin var farin av aftur oynni, sendi hann regluliga 14. hvønn dag ein pakka við penni, blekki og pappíri. Tey næstu fimm árini sendi Tomás trúliga pappírini aftur, nú skrivaði við endurminningum, til sín gamla næming. Hetta brævasamband varð seinni sett saman til tvær bøkur. Tann mest kenda bókin er ?Maðurin á oynni? Hendan bókin er í dag ein klassikari í nútíðar gæliskum skald-skapi. Bókin kom út í 1925.


Eftirnølari

Tomás byrjar bókina soleiðis: »Eg minnist at eg lá við móðurbróst. Eg var fýra ár, áðrenn mamma slepti. Eg var gruggið í fløskuni, tann seinasti av systkinum og tí tí slapp eg at súgva so leingi.

Eisini var eg forkelaður, eg átti fýra eldri systrar, og tær góvu mær allar eyka góðgæti. Tær vóru um meg, sum áttu tær eina pisu. Tær vóru allar eldri enn eg, og eg var lítil og tí var tað ikki so løgið, at eg gjørdist kelibarnið. Og ongin roknaði við mær, tá eg varð borin í heim.

Pápi var lágur av vøkstri, sterkur og tjúkkur. Mamma var høg eins og ein politistur, hon var lívlig, reyst og ljóshærd. Men lítil neringur var í hennara mjólk. Og haraftur at var eg eisini kálvurin undan eini gamlari kúgv, og tað var torført at fostra meg.

Deyðin, tann gavstrikur, hann tók tey sunnu børnini til sín, men lat meg vera. Tað var helst ikki stríðið vert hjá honum at taka meg við sær. Eg vaks og fekk megi, og gjørdi tað, eg hevði hug til. Men systrarnar høvdu eyguni við mær, at eg ikki kom ov tætt at bakkanum, sum gekk niður í fjøruna. Eg gekk í ullintum kjóla og bundnari húgvu. Tey leskaðu meg, eg fekk viðhvørt eitt egg, eitt sindur av smøri, eitt fiskasporl, fjørumat og annars eitt sindur av hvørjum, ið havið gav.


Fullar tunnur av grind

Eins og í Føroyum kundi tað ganga harðliga fyri seg, tá menn møttust í grind. Tomás greiðir frá:

?Ein morgun fekk eg loyvi at fara oman á sandin saman við systir míni Máire. Tá eg kom oman, rann eg, og Máire hugdi seg í kring. Hon fekk eyga á ein nísuflokk, sum kom undan tanganum fyri sunnan. Nísurnar høvdu sjógv á bak og steðgaðu ikki fyrr enn tær vóru beint útfyri okkum á sandinum. Hornini komu uppundan og nísurnar svuvu eins tætt og annar fiskur, eg hevði eygleitt. Máire hevði fyrr sæð einstaka nísu, men ongantíð ein heilan bólk. Hon óttaðist, at nísurnar fóru at gera landgongd, tók meg á bakið og rann heim.«

»Tá vit komu heim, segði mamma, at bátar longu vóru hjá nísunum og teir fóra at royna at fáa tær at gera landgongd. Um hetta mundi vóru tríggir stórir snurri-váðsbátat í oynni og sjey og sjey úr Dun Chaoin. Allir bátarnir á oynni royndu at fáa nísurnar at gera landgongd, meðan bátsmanningarnar frá Dun Chaoin bara flentu at uttan at hjálpa til. Teir lógu bert uttanfyri og gjørdu einki. At enda kom ein nísa upp á turt. Ein dugnaligur maður skar hana á háls beinanvegin, og tá hinar nísurnar tevjaðu blóð gjørdu tær allar landgongd.«

»Tá menninir frá Dun Chaoin sóðu allan fongin, hildu teir seg framat fyri at fáa part av fonginum. Men tey, sum høvdu luttikið í drápinum vildu ikki lata teimum nakað. Handafast var og skjótt vóru menn blóðdálkaðir eins og nís-urnar og løta gekk áðrenn fremmandamenninir vóru riknir burtur. Umborð á einum av fremmandu bátunum høvdu mennirnir ikki spottað, meðan drápið fór fram. Oyggjabúgvarnir góvu teimum størstu nísuna, meðan hinir seks bátarnir fingu einki, og fleiri umborð vóru særdir í bardaganum.?

»Tað var drúgvt arbeiði at taka upp, at fáa nísurnar heim og síðan at salta niður í tunnur. Men fólk vóru hugaði, tí í teimum døgum noyddist tú at fjakka víða, áðrenn tú møtti einum, sum vildi býta eina nísu um við eitt vanligt svín. Andlitið á pápa var blóðdálkað av hansara egna blóði og av nísublóð. Men eg kendi hann, tí eg var vorðin so stórur nú. Eg argaði eina gamla konu, sum kom við einari fullari tævu á herðunum við tvøsti og spiki. Tað sá út, sum hon kom beinleiðis úr eini nísu. Men hon hevði verið røsk í dag, hon hevði sligið so dygt ein av bátsformonnunum á einum av fremmandabátunum við einum spaka, at hann mundi doyð.«

»Eftir hetta áttu øll á oynni nóg mikið at nísukjøti til eitt heilt ár og ein dag, og hevði tað ikki verið, at tey góvu so nógv til slekt og vinir, hevði verið nóg mikið til heili tvey ár.«


Kolu og troðborð

Í Føroyum var vanligt áðrenn tallerkurin kom, at fólk ótu øll úr sama troði. Soleiðis gjørdu teir eisini á Stóru Basaed.

»Í teimum smáu húsunum var eitt troðborð nýtt. Troðið stóð á einum trýfóti, ið kundi leggjast saman og hesin varð saman við troðnum hongdur upp á veggin, tá vit vóru liðug at eta.«

»Tær fyrstu lampurnar, eg sá, vóru kolur. Kolurnar vóru fyltar við lýsi ella feitti og rakurin var siv úr haganum. So hvørt sum rakurin brendi vaðr hann hálaður eitt petti burtur úr koluni. Feitti fingu vit burtur úr rossamakreli ella bláseiðalivur, sum vit smeltaðu. Vit brúktu eisini kópalýsi. Men hetta var ikki vanligt, tí kópalýsi varð nýtt sum dyppilsi til maisbreyð og tað var neyðugt, annars fekk tú tað ikki niður.«

»Kolan var gjørd úr jarni, hon hevði ein tút ella tveir. Jarnbein vóru undir og eitt handtak á síðuni. Veikurin ella rakin varð dyppaður í feitti, síðan varð end-in lagdur út á kantin á tútinum og síðan varð fest í.«


Nógvan fisk

Tomás greiðir frá: »Tá eg var ungur, ótu vit tvær reisur um dagin. Eg fór altíð fastandi frá húsum og hevði gjørt stórverk, áðrenn morgunmaturin varð etin. Sólin var altíð niðurfarin, áðrenn við fingu at eta um kvøldið.

Epli og fiskur og ein mjólksopi var vanligi kosturin tá á døgum. Tá eplafruktin sveik, høvdu vit majsmjøl, sum varð bakað til gróthørð breyð. Í dag havi eg hvørki tenn ella heilsu til slíkan kost.

Tá eg var ungur, fingu vit 12 pund av mjøli til jóla. Eg var vaksin, áðrenn te kom til oynna. Vit fingu eitt pund av te hvørt húskið og so væl varð hetta dríggjað í summum húsum, at tað rakk til næstu jól.«


Róðu um kapp

Nógvastaðni í bókini eru samrøður, sum Tomás hevur hoyrt, sum hann hevur skrivað niður og tær minna nógv um samrøðunar vit hoyra heim í Føroyum. Her er eitt dømi um pápan og Tomás, ein maður úr bygdini, sum kom at vitja:

»Tað fyrsta teir tosaðu um var tað brennandi skipið.

»Tomás, seg ði pápi, »var tað ikki ein stríggin dagur, tú minnist tað brennandi skipið?«

»Jú, « segði Tomás. »Tað var um reppið, at tveir av okkara monnum sigldu av, tá teir góvust at rógva.«

»Vit áttu at vita,« segði pápi, »at tað átti at vera eitt ella annað, sum gav skipinum ferð, tá tað ikki steðgaði og ongin eldur var í tí. Vit fingu tað ikki aftur, sjálvt um tað ongi segl hevði og stilli var.«

?Tað var tað fyrsta guvu-skipið sum legði at i Luimneach,? segði Tomás.

»Og tað var á veg til harra Ruiséal við majs,« segði pápi.

»Tað vóru eisini bátar frá Dún Chaoin og fra Feiri-téaraigh sókn sum fylgdi skipinum á veg norður eftir, « segði Tómas. »Hetta var júst eina viku áðrenn St. Pádraigs dag,« segði hann.

»Hvussu langt aftan á tað komu teir feitu oksarnir. sum róku á land,« segði pápi.

»Júst eitt ár seinni. Um várið vikuna fyri St. Padraigs dag, segði hann.

»Vit bjargaðu nógvum, og teir vóru bæði reinur og frískir.,« segði pápi.

»Ongin veit, hvussu nógv-ir róku á land.,« segði Tomás. » Í einum húsi í Fearann sókn saltaðu tey upp í 12 tunnur,« segði hann.

»Eg haldi, at vit her í okkara oyggj fingu minst,« segði pápi.

»Ja,« segði hann. »Men tað hevði eisini sína orsøk, veðrið var vánaligt, og vit sluppu ikki av oynni eftir salti. Men líka mikið hvussu lítið vit fingu, so høvdu vit nóg mikið av kjøti til eitt heilt ár. Eg hevði sjálvur nóg mikið av kjøti til meir enn eitt ár, og eg var tann, sum fekk minst til høldar, tí eg átti so lítið salt. Eg haldi, at tú hevði nóg mikið eisini til at rinda tað tú skyldaði Dónall,« segði hann.

»Vit áttu fýra fullar tunnur, vælsaltaðar og klárar at koyra í pottin.« segði pápi.

?Tað vóru tvey góð ár bæði til epli og fisk.? segði pápi.

»Bátsparturin hjá okkum var 30 pund,« segði Tomás.

»Var tað ikki tað árið Gamla Nora kom higar?« spurdi pápi.

»Árið eftir,« segði Tóomas. »Og vit vunnu ongar pengar tað árið....« og soleiðis heldur sam~røðan fram.

Bókin er fylt við hendingum frá oynni. Her verður greitt frá kópaveiðu, frá handilsferðum inn á meginlandi, frá kærleika millum mann og kvinnu og frá vøkrum náttúrulýsingum. Bókin kundi eggjað føroyingum at sett seg niður at skriva um teirra lív.

Bókin er útgivin á Husets Forlag í Aarhus í 1996.