Í dag frá klokkan 15 til 16 ber til hjá fólki at chatta beinleiðis við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar Kommunu, á heimasíðuni www.torshavn.fo Hetta er fyrstu ferð, at kommunan roynir henda mátan at samskifta við borgararnar. Evnið fyri fyrsta chattfundin við borgararnar er »Familjutrivnaður í Tórshavnar Kommunu«. Evnið fevnir til dømis um barnaansing, dagrøkt, skúlagongd, ítrótt, frítíðartilboð o.a. á hesum øki, ið kommunan varðar av.
Endamálið við hesum tiltaki er at styrkja nærdemokratiið í kommununi. Frameftir er ætlanin, at borgarar skulu kunna chatta t.d. við limir í býráðsnevndum og umboð fyri fyrisitingina, um ymisk evni.
Í beinleiðis chattinum í dag hevur borgarstjórin bert møguleika at úttala seg generelt og politiskt - ikki um ítøkilig mál hjá borgarum.