Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður ein føroysk Live Score skipan tikin í nýtslu, soleiðis sum vit kenna tað frá øðrum londum. Tað er føroyska fyritøkan iGlobile sum saman við fótbóltsportalinum f.fo hevur ment skipanina.
Skipanin er ein SMS-skipan, sum gevur brúkarum eini SMS-boð, hvørja ferð eitt mál verður skorað í formuladeildini. SMS-boðið sigur brúkaranum, hvat lið hevur skorað, hvør hevur skotið málið, og hvat støðan er í dystinum.
- Stórur tørvur hevur verið á slíkari skipan. Skipanin gevur fótbóltsfjepparum møguleika at fylgja við í øllum dystum í formuladeildini samstundis, sjálvt um brúkarin bert sær ein dyst, sigur Hans Kárason Mikkelsen, sum saman við øðrum hevur ment f.fo.
Skipanin er tó ikki ókeypis. Hvørt SMS-boðið kostar tríggjar krónur, sum brúkarin betalir umvegis telefonrokningina. Til ber at skráseta seg sum brúkara á www.f.fo.