Tað gekk ikki eftir vild hjá Liverpool í farna kappingarári. Felagið endaði nummar seks í Premier League, og tí skal Liverpool spæla hóskvøld í Europa League, ístaðin fyri týs- ella mikukvøld í Champions League. Eftir kappingarlok segði Brendan Rodgers, Liverpool-venjari, at liðið hevði tørv á nógvum styrki, um felagið ætlar sær frameftir á stigatalvuni komandi kappingarár.
Og onkuntíð er ikki langt ímillum orð og gerð. Liverpool hevur longu keypt James Milner, Danny Ings og málverjan Bogdan, og nú kann ein spanskur miðvallari blíva fjórða summarkeypið hjá Liverpool. Talan er um Asier Illaramendi, sum spælir við Real Madrid. Illaramendi varð keyptur til Real Madrid í 2013, men hevur hann ongantíð av álvara sligið ígjøgnum í kongafelagnum.
Sambært bretska miðlinum, Express, er Liverpool sera áhugað í Illaramendi. Liverpool sigst at vera tilreiðar at gjalda 160 milliónir fyri at fáa 25 ára gamla spaniólan á lið sítt.