Høvðusorsøkin til niðurtúrin hjá Liverpool í ár verður mett at vera innkeypini. Hesum hevur venjarin, Brendan Rodgers, fingið skyldina fyri, men eftir tapið fyri Manchester United hava fleiri fjølmiðlar peikað á innkeypsnevndina hjá Liverpool.
Les eisini: Seks á rað hjá Manchester United
Tað er eitt hugtak, sum eigarnir av Liverpool, Fenway Sports Group(FSG), eru komnir við. Tað er vanligt aðrastaðni í heiminum at hava ein ítróttarstjóra, sum tekur sær av innkeypunum av spælarum. Í Onglandi er tað tó fyri tað mesta venjarin, ið tekur tær avgerðirnar.
Hjá Liverpool er talan um eina innkeypsnevnd, sum hevur tríggjar limir, ið avgerð um ein spælari skal keypast. Her hevur Brendan Rodgers tó evstu avgerðina, men tekur nevndin ikki undir við einum keypi, so kemur avgerðin ongantíð til Brendan Rodgers. Millum teirra, ið eru í innkeypsnevndini eru Ian Ayr, sum er dagligur stjóri í felagnum.
Les eisini: Liverpool nýggjan málverja
Orsøkin til at hetta kemur fram nú, er at Brendan Rodgers valdi at tveita eykamálverjan, Brad Jones, í mál móti Manchester United. Søgan sigur, at hetta var eitt aftursvar til innkeypsnevndina, sum í fleiri førum ikki hevur fylt ynskinum hjá Brendan Rodgers, sum millum annað ynskti at fáa Michel Vorm(Tottenham, fyrr Swansea) sum málverja, so Simon Mignolet fekk kapping í málinum.
Tað fekk hann ikki og hetta var mátin hjá Brendan Rodgers at útstilla trupulleikan. Av øðum spælarum kunnu nevnast Diego Costa, Willian, Henrikh Mkhitaryan og Yevhen Konoplyanka, sum Liverpool ikki hevur fingið. Her kann navnast, at Liverpool longu fyri hálvum øðrum ári síðani royndi at keypa Diego Costa, men samráðingarnar komu ikki á mál.
Les eisini: Steven Gerrard: Vit eru ikki nóg góðir
Fyrstu árini aftaná at FSG í 2011 keypti Liverpool, royndi felagið seg við ítróttarstjóranum Damien Comolli, sum millum annað keypti Andy Carroll, Jordan Henderson, Steward Downing, Luis Suarez og Charlie Adam.
Síðni hevur felagið roynt seg við innkeypsnevndini, sum hevur keypt spælarar sum Daniel Sturridge, Coutinho, Mamadou Sahko, Iago Aspas, Kolo Ture, Djean Lovern, Lazar Markovic, Alberto Moreno og Mario Balotelli.
Les eisini: Vænta at Liverpool keypir tveir framherjar
Av teimum kunnu helst bara Daniel Sturridge og Coutinho bólkast sum góð keyp. Nú ljóðar í bretskum miðlum, at FSG fer at kanna hví Liverpool fær so lítið fyri pengarnar.