Liverpool er í finaluni

Liga Cup: Tað var ikki uttan dramatikk, at Liverpool vann seg í finaluna

Mynd: (Scanpix) Ein fegin Diogo Jota

Liverpool hevur vunnið seg í Liga Cup finaluna, sum verður móti Chelsea 27. feburar. Liverpool vann í gjár 2-0 á Emirates leikvøllinum í seinnu hálvfinaluni. Í báðum førum var málskjúttin Diogo Jota, sum í løtuni er høvðusnavnið hjá Liverpool í framrættaða spælinum, eftir at Mohamed Salah og Sadio Mané eru farnir til afrikanska meistaraheitið.

 

Liverpool kom á odda í fyrra hálvleiki, og Diogo Jota avgjørdi hálvfinaluna við máli til 2-0 eitt korter fyri tíð. Fyrra hálvfinalan endaði við málleysum javnleiki.

 

Tað var ikki heilt uttan dramatikk, tí triðja dystin upp í slag fekk Arsenal reytt kort. Tað fingu teir millum annað eisini í fyrru hálvfinaluni, tá Granit Xhaka bleiv útvístur í fyrra hálvleiki.

 

Hesa ferð var tað Thomas Partey, ið fekk sítt seinna gula kort stutt fyri tíð. Ganesiski miðvallarin hevur júst luttikið afrikanska meistaraheitinum, men lendi í London á døgurða og byrjaði á bonkinum í gjárkvøldið. Eftir nakar minuttir á vøllinum mátti hann av vøllinum aftur.

 

Í finaluni møtast Liverpool og Chelsea.

 

Mynd: (Scanpix) Ein fegin Diogo Jota