info
Ongi úrslit

Liverpool flongdi Southampton

Premier League: Liverpool, Arsenal og Aston Villa hava vunnið í dag

Tróndur Arge
27. november 2021 kl. 16:57

Fýra dystir í 13. umfari í Premier League hava verið í dag. Liverpool vann stórt á Southampton, Arsenal knekkaði nýríka Newcastle og Steven Gerrard og Aston Villa vunnu annan dystin upp í slag.

Fyrsti dysturin í dag var Emirates leikvøllinum í London, har Newcastle var á vitjan hjá Arsenal. Við nýggjan venjaranum, Eddie Howe, var lítið broytt. Arsenal vann 2-0 og Newcastle hótti fyri tað mesta bara upp á skjótálop og í løtum. Bukayo Saka og Gabriel Martinelli skoraðu málini.

Nú út seinnapartin vann Liverpool sannførandi 4-0 á Southampton. Diogo Jota skoraði tvey tey fyrstu, áðrenn Thiago og Virgil van Dijk settu punktum. Liverpool kundi havt skorað minst fýra afturat, men Southampton, ið annars var kroyst tað mesta av dystinum, hevði eisini sínar málmøguleikar.

Steven Gerrard er nýggjur venjari hjá Aston Villa og hevur fingið eina góða byrjan. Í dag vann Aston Villa annað dystin upp í slag undir leiðslu av nýggja venjaranum. Aston Villa vann 2-1 á útivølli móti Crystal Palace. Skotski John McGinn setti punktum við máli til 2-0, tó at Crystal Palace fekk minkað um munin í evstu løtu. Norwich og Wolverhampton spældu málleysan javnleik.

Fleiri dystir verða í morgin, har Chelsea fær vitjan av Manchester United og West Ham fær vitjan av Manchester City.

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

20 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

13 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

49 minuttir síðan
Tíðindi

Ein stormskaði fráboðaður

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Túsundtals mót­mæltu stjórn­ini í Albania

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ og KÍ hava favorittstøðurnar móti HB og B36

1 tími síðan
Tíðindi

Trump vil lokka við russiskum gassi og ES-limaskapi

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Elias skjóta tvey flott mál móti Erlangen

3 tímar síðan
Ítróttur

Kvinnurnar og menninir hjá Fleyr vunnu á Mjølni

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

11 tímar síðan
Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

12 tímar síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

13 tímar síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

13 tímar síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

14 tímar síðan