Liverpool hevur í kvøld vunnið Liga Cup, sum er tann minna av teimum báðum ensku steypakappingunum. Tað var málleyst eftir 120 ferðmiklar og til tíðir dramatiskar minuttir, men tað komu heili 21 mál í brotssparkskappingini, áðrenn málverjin hjá Chelsea brendi.
Tað komu trý mál í vanligari leiktíð, men øll trý málini blivu kolldømd fyri rangstøðu. Liverpool fekk tað fyrsta, meðan Chelsea átti bæði tey næstu. Tað var nógv ferð á í dystinum, og bæði liðini høvdu møguleikar at vinna í vanligari leiktíð, men málverjarnir, Edouard Mendy hjá Chelsea og Caoimhin Kelleher hjá Liverpool, spældu væl.
Beint fyri tíð valdi Chelsea at skifta málverja, so Kepa Arrizabalaga kom inn til brotssparkskappingina. Tað var ein avgerð, sum fekk stóran týdning, tí Kepa Arrizabalaga stóð seg illa í brotssparkskappingini, og hann brendi avgerandi brotssparkið. Eftir 21 mál smekkaði hann bóltin uppum og Liverpool hevur vunnið Liga Cup fyri 9. ferð.
##med2##