Liverpool er í holt við at keypa 30 ára gamla japanska miðvallaran Wataru Endo frá týska Stuttgart. Prísurin liggur um tær 130 milliónirnar. Tað kemur ikki óvast á, at Liverpool keypir ein verjukendan miðvallara, men ongin hevði roknað við at svarið var Wataru Endo.
Wataru Endo er 30 ára gamal og liðskipari hjá Stuttgart, har hann hevur spælt seinastu árini. Hann hevur eisini spælt 50 landsdystir fyri Japan og er eisini liðskipari har. Hann hevur ongantíð verið nevndur í samband við Liverpool í summar.
Tað byrjaði við at Jude Bellingham skuldi verða byrjanin til ein kollvelting á miðvøllinum hjá Liverpool. Hann endaði í Real Madrid. Síðani skuldi tað verða Moisés Caicedo úr Brighton, men eftir eitt sindur av stíði endaði hann í Chelsea.
Nú var bara ein eftir. Romeo Lavia hjá Southampton. 19 ára gamli miðvallarin passar væl til kollveltingina hjá Liverpool, har teir eldru spælararnir eru sendir til onnur feløg. Eisini her kom Chelsea í milllum.
Í gjár skrivaði tann kendi ítróttarskrivarin, Fabrizio Romano, at Liverpool nú er í holt við at keypa 30 ára gamla japanska landsliðsspælaran, Wataru Endo, frá týska Stuttgart. Hetta kemur óvart á, tí Liverpool hevur í størst mun leitað eftir ungum miðvallarum.
Liverpool hevur í summar sett týskaran Jorg Schmadtke sum fyribils ítróttarstjóra. Hann hevur ein fortíð í Bundesliguni og søgan sigur, at hetta er hansara keyp. Wataru Endo fær góð skotsmál úr Týsklandi, sum ein stríðssinnaður miðvallarin, ið rennur sólina svarta.
So er spurningurin um hetta var svarið upp á avbjóðingarnar hjá Liverpool. Felagið hevur mist James Milner, Fabinho, Naby Keita, Roberto Firmino, Alex Oxlade-Chamberlain og Jordan Henderson. Inn eru komnir Alexis Mac Allister og Dominik Szoboszlai.