Liverpool málmaðurin heldur fram

- Hetta eru kanska tey bestu tíðindini í mínum lívið. Eg eri ovurfegin um at hava skrivað undir hendan sáttmálan. Eg og familjan hava tað gott her, sigur Pepe Reina.

 

Pepe Reina skifti til Liverpool í 2005 frá spanska Villareal. Reina er uppvaksin í Barcelona og náddi at spæla 30 dystir fyri besta liðið, áðrenn hann bleiv seldur til Villareal. Eisini hevur hann spælt 19 landsdystir fyri Spania, men har stendur hann í skugganum av Real Madrid málmanninum, Iker Casillas.

 

- Tað er serstakt at spæla fyri Liverpool. Eg havi verið her í fimm ár, og nú skal eg verða her í seks ár aftrat. Eg gleði meg, sigur 28-ára gamli Reina.

 

Pepe Reina er væl lýddur millum Liverpool viðhaldsfólkini. Hann vann eisini ?Premier League?s Golden Glove Award? trý ár á rað frá 2006 til 2008. Tann heiðurin verður givin til tann málmannin, ið heldur málið reint í flest dystir í einum kappingarárið.