Liverpool-málverji loysir Gunnar av

Peter Gulacsi var eisini leigaður til Tranmere í farna kappingarári, har hann var málverji í fimm landskappingardystum.

 

Les Perry er venjari hjá Tranmere Rovers. Hann frøist um fyribils loysnina.

 

- Gulacsi stóð seg sera væl hjá okkum í farna kappingarári, og eg eri glaður fyri, at hann er aftur í felagnum. Eg eri vísur í, at hann fer at standa seg eins væl hesaferð, segði Les Perry við heimasíðuna hjá Liverpool í gjár.

 

Tranmere spældi javnt á heimavølli móti Charlton í dag. Úrslitið var 1-1. Peter Gulacsi vísti lítið sannførandi spæl, tá gestirnir løgdu seg á odda, skrivar heimasíðan hjá Liverpool í dag.