Liverpool mín lívs feilur

Mario Balotelli skoraði tvær ferðir í debutini fyri Nice

Mario Balotelli skoraði tvær ferðir, tá hann í gjár spældi sín fyrsta dyst fyri franska Nice, sum vann 3-2 á stórfelagnum Marseille. Áleyparin er glaður fyri, at hann vekk úr Liverpool.

 

- Liverpool var mín lívs størsti feilur, sigur Mario Balotelli við fronsku sjónvarpsstøðina Canal Plus.

 

Liverpool keypti í 2014 Mario Balotelli frá AC Milan. Ætlanin var, at hann skuldi avloysa Luis Suarez, ið varð seldur til FC Barcelona. Tað gekk ikki heilt eftir ætlan, og nú er ilt millum partarnar.

 

- Fyri uttan fjepararnar, ið vóru fantastiskir móti mær, og spælararnar, so dámar mær ikki felagið, sigur Mario Balotelli, ið nú spælir við Nice.

 

Tað var Brendan Rodgers, ið keypti Mario Balotelli, meðan Jurgen Klopp als ikki hevur havt hann í tonkunum til hetta kappingarárið.

 

- Eg hevði tveir venjarar í Brendan Rodgers og Jurgen Klopp. Sum menniskju fekk eg eina vánaliga fatan av teimum. Vit funnu ikki útav tí saman, sigur Mario Balotelli.

 

Nú er líkt til, at hann hevur funnið eitt felag, ið megnar at húsa umstrídda og alternativa framherjanum úr Italia.