Liverpool - Manchester United

Fýra ítróttarjournalistar meta um dystin í kvøld

Í kvøld spæla Liverpool og Manchester United fyrru 1/8 finaluna í Europa League. Hetta er fyrstu ferð, at arvafíggindarnir og grannarnir møtast í eini altjóða kapping.

 

Í tí sambandi hava vit spurt fýra ítróttarjournalistar hvat teir vænta. Teir eru André Olsen, Neli Heldarskarð, Leivur Frederiksen og Jákup Ósá.

 

André Olsen, Miðlahúsið 

Louis van Gaal ella Jurgen Klopp?

Jurgen Klopp! Sjálvt um eg eri United fjeppari, eri eg størri fjeppari av Jurgen Klopp enn av Louis van Gaal. Karisman og tilgongdin til fótbóltsspælið hjá Jurgen Klopp tiltalar meg nógv meira, enn tað sum Louis van Gaal kemur við.

 

Hvør vinnur í kvøld?

Vænti at vit fáa ein taktiskt nokkso læstan dyst. Liverpool fer at leypa á frá byrjan, av tí at teir spæla á heimavølli, men eg vænti at United kann standa ímóti. Eri bangin fyri einum málfátækum javnleiki.

 

Hvør kemur víðari?

Tað ger Manchester United. Teir orna í seinnu uppgerðini paragraffirnar á heimavølli.

 

Neli Heldarskarð, Miðlahúsið

Louis van Gaal ella Jurgen Klopp?

 

Jurgen Klopp. Ein ung, frísk og dámlig týpa, ið hevur verið eitt gott ískoyti til Premier League. Tað er serliga hansara humor og eldhugi á síðulinjuni, ið ger hann meira spennandi enn Louis van Gaal.

 

Hvør vinnur í kvøld?

Liverpool vinnur tepurt í kvøld. Eg skjóti upp á 2-1. Seinast liðið spældi á Anfield varð Manchester City knúst 3-0, og sjálvsálitið skuldi eisini verið í lagi eftir útisigurin ímóti Crystal Palace, hóast sigurin var meira enn heppin.

 

Hvør kemur víðari?

Giti Manchester United, tí at Louis van Gaal hevur sera gott tak á júst Liverpool, har hann undan kvøldsins dysti hevur vunnið fýra út av fýra møguligum ímóti Liverpool. Á Old Trafford fær Liverpool tað trupult, men í síðsta enda vænti eg, at munurin á liðunum verður rættiliga lítil, har marginalarnir koma at spæla inn

 

Leivur Frederiksen, Kringvarpið 

Louis van Gaal ella Jurgen Klopp?

 

Eg eri Liverpool-maður, so eg sigi sjálvandi Klopp. Eg vænti og vóni, at hann fær skil á Liverpool aftur, tá hann sleppur at keypa teir spælararnar, sum hann heldur eru teir røttu. Í løtuni hevur Liverpool tveir heimsklassaspælarar, Sturridge og Coutinho. Annar er altíð skaddur, og hin er ofta skaddur, so vónandi finnur Klopp nakrar klassaspælarar afturat.

 

Hvør vinnur í kvøld?

Liverpool vinnur 2-0 í kvøld. United hevur betri spælarar enn Liverpool, men sum oftast dugi eg ikki at síggja, hvat teir royna á vøllinum. Mentalt síggja teir heldur ikki út til at vera á toppinum. Har er forrestin okkurt spinnandi galið í løtuni við Premier League-spælarum, tá eg hugsi um, at Manchester City- og Chelsea spælararnir eisini hava verið mentalt offside leingi.

 

Liverpool er toppgearað til í kvøld, og vit vinna við tveimum málum frá Sturridge og Firminho.

 

Hvør kemur víðari?

United verður so mikið flongt í kvøld, at teir klára ikki at venda tí á Old Trafford. Liverpool fer samanlagt víðari við 3-1 sigri, og Kári Annand Berg, Uni Leitistein, Høgni Djurhuus og Jón Brian Hvidtfeldt sleppa at hoyra fyri tað í Kringvarpinum.

 

Jákup Ósá, Norðlýsið 

Louis van Gaal ella Jurgen Klopp?

 

Sjálvandi Klopp! Men eg haldi tó, at van Gaal setur lit á enskan fótbólt og vónandi fær hann ikki sekkin í bræði. Hann ger ikki alt, sum lærubøkurnar siga, og tað skapar nakað, sum fótbólturin hevur brúk fyri. Men Klopp hevur allan pakkan vil eg siga, um vit taka útgangsstøðið í hansara tíð í Borussia Dortmund. Vinnaramentan, ''passion'' og útstráling og so virkar tað sum, at allir leikarar elska at spæla undir honum.

 

 

Í summar fáa vit so at síggja, um hann dugir at keypa inn og næsta ár fáa vit at síggja, um hann megnar at ''takla'' Premier League ella um hann ger ein ''van Gaal''. At tað ikki enn koyrir so væl hjá honum í Liverpool skyldast helst, at hann arbeiðir við hópinum hjá Brendan Rodgers, ið hevur stórar manglar og samstundis er spælistílurin heilt øðrvísi.

  

Hvør vinnur í kvøld?

Ringt at siga, tá talan er um fyrra dystin. Klopp hevur sagt undan dystinum, at tað ræður um ikki at leypa framav, tí hetta bara er fyrri dysturin. Van Gaal spælir sum oftast uttan nakran váða, so kanska liggur ein javnleikur við fáum málum í luftini.

 

Fyrr í ár spældu liðini í Premier League og hóast Liverpool manglaði m.a. Coutinho og Sturridge tann dagin, so helt eg Liverpool vera klárt betra liðið tann dystin. Men hóast hetta, so avgjørdi Manchester United móti endanum, tí Liverpool ikki fekk mál uppá sínar møguleikar. Mítt boð er ein javnleikur í kvøld og har tosa vit um antin 1-1 ella 0-0. Av teimum velji eg 0-0.

 

Men har skal leggjast afturat, at reyð kort kunnu fáa stóran týdning, og tað er ikki ósannlíkt, at okkurt slíkt kemur í kvøld. Tí fyri tað fyrsta koma ofta reyð kort í hesum uppgerðunum og fyri tað næsta er ein spanskur dómari, Carlos Velasco Carbollo, sum hevur givið 63 gul og 6 reyð kort í hansara seinastu 10 dystum. Hann kann skjótt leggja eina linju, sum ensku liðini ikki eru von við!

 

 

Hvør kemur víðari?

Manchester United er favorittur við tað at liðið spælir heima í seinna dystinum. Tó veldst sjálvandi um, hvat úrslitið verður í kvøld. Eisini hevur tað týdning, hvørjir leikarar eru tøkir til seinna dystin. Tí sum vit sóu í Premier League dystinum millum hesi bæði liðini, so hevur Liverpool trupult við at fáa mál uttan Coutinho og Sturridge. Eru teir báðir tøkir til seinna dystin, so hevur Liverpool góðan møguleika at fáa eitt og kanska fleiri mál tann dystin. So eg fari at siga, at Liverpool kemur víðari, um Sturridge og Coutinho eru við seinna dystin, meðan Manchester United annars fer víðari. Góðan dyst til bæði Liverpool og Manchester United viðhaldsfólk!

 

 

Dysturin millum Liverpool og Manchester United byrjar klokkan 20.05.