Liverpool hevur havt sína bestu byrjan upp á eitt kappingarár í Premier League í fleiri ár, men í dag endaði góða gongdin, tá Liverpool á heimavølli tapti 0-1 fyri Southampton.
Undan dagsins dysti hevði Liverpool vunnið tríggjar dystir og spælt ein javnan, men hagtølini fingu eitt skot fyri bógvin, tá Southampton fór av Anfield við øllum stigunum. Í nærdysti við Daniel Agger eftir eitt hornaspark var tað miðverjin hjá gestunum, Dejan Lovren, ið vann og skallaði sigursmálið, tá 53 minuttir vóru spældir.
Tapið merkti samstundis, at Liverpool misti oddasessin til Chelsea, sum við einum góðum seinna hálvleiki vann 2-0 í grannauppgerðini ímóti Fulham. Sjey minuttir inn í seinna hálvleik legði Oscar vertirnar á odda, og fimm minuttir fyri tíð staðfesti John Obi Mikel sigurin við sínum fyrsta máli í Premier League, hóast hann hevur spælt har í sjey ár nú.
Chelsea og Liverpool hava 10 stig, men bæði Arsenal og Tottenham, sum hava 9 stig fyri ein dyst minni, liggja framvið at yvirtaka oddasessin í morgin, tá tey spæla ávikavist heima ímóti Stoke og úti ímóti Cardiff City.
Liverpool-Southampton 0-1 (0-0)
0-1: Dejan Lovren, 53.
Chelsea-Fulham 2-0 (0-0)
1-0: Oscar, 52.
2-0: John Obi Mikel, 84.
West Ham-Everton 2-3 (1-0)
1-0: Ravel Morrison, 31.
1-1: Leighton Baines, 62.
2-1: Mark Noble, 76. (br.)
2-2: Leithton Baines, 82.
2-3: Romelu Lukaku, 84.
Newcastle-Hull City 2-3 (2-1)
1-0: Loic Rémy, 10.
1-1: Robert Brady, 26.
2-1: Loic Rémy, 44.
2-2: Ahmed Al-Muhamadi, 48.
2-3: Sone Aluko, 76.
Norwich-Aston Villa 0-1 (0-1)
0-1: Libor Kozak, 30.
West Bromwich Albion-Sunderland 3-0 (1-0)
1-0: Stéphane Sessegnon, 20.
2-0: Liam Ridgewell, 76.
3-0: Morgan Amalfitano, 93.