Liverpool hevur havt eitt vánaligt kappingarár higartil. Enn ber til at bjarga tí. Liðið er hóast alt bara fýra stig frá Manchetser United, sum er nummar fýra í Premier League, og felagið kann enn avgera lagnuna í Champions League. Tað krevur tó ein sigur á Basel í seinasta umfarinum í bólkaspælinum.
Her er ein samandráttur frá dystunum í bólki A, B, C og D, sum hava verið í kvøld.
Bólkur A:
Atletico Madrid hevur við einum sigri á Olympiakos í Madrid tryggja sær víðari luttkøtu í Champions League. Mario Mandzukic var stóra hetjan við trimum málum. Atletico Madrid kundi havt vunnið, tí Olympiakos spældi illa í kvøld.
Juventus vann sín fyrsta útidyst í Champions League hetta kappingarárið í Malmø. Hóast sigurin var tepur á máltalvuni, so var Juventus væl omaná.
Støðan:
1. Atletico Madrid 12
2. Juventus 9
3. Olympiakos 6
4. Malmø 3
Malmø – Juventus 1-0 (0-0)
1-0 Fernando Llorente, 49
Atletico Madrid – Olympiakos 4-0 (2-0)
1-0 Raul Garcia, 9
2-0 Mario Mandzukic, 38
3-0 Mario Mandzukic, 62
4-0 Mario Mandzukic, 65
Bólkur B:
Liverpool er í kempi kreppu í løtuni. Tað broyttist ikki so nógv í kvøld, har teir spældu 2-2 móti Ludogorets. Liverpool var á odda til seinast í dystinum og hevði møguleikar at avgera dystin, emn tað endaði við at Ludogorets skoraði upp á horna stutt fyri tíð.
Cristiano Ronaldo gjørdi munin í Basel fyri Real Madrid, sum longu er víðari. Úrslitið merkir, at Liverpool og Basel spæla avgerandi dystin um at koma víðari á Anfield í seinasta umfarinum í bólkinum. Liverpool skal vinna fyri at koma víðari.
Støðan:
1. Real Madrid 15
2. Basel 6
3. Liverpool 4
4. Ludogorets 4
Ludogorets– Liverpool 2-2 (1-2)
1-0 Dani Abalo, 3
1-1 Rickie Lambert, 8
1-2 Jordan Henderson, 37
2-2 Georgi Terziev, 88
Basel– Real Madrid 0-1 (0-1)
0-1 Cristiano Ronaldo, 35
Bólkur C:
Bayer Leverkusen er víðari hóast teir taptu í kvøld. Monaco og Zenit elta oddaliðið, men skulu spæla í móti hvørjum øðrum í seinasta umfari, sostatt kunnu bæði ikki yvirhála týska liðið.
Støðan:
1. Bayer Leverkusen 9
2. Monaco 8
3. Zenit 8
4. Benfica 4
Bayer Leverkusen – Monaco 0-1 (0-0)
0-1 Lucas Ariel Ocampos, 72
Zenit – Benfica 1-0 (0-0)
1-0 Danny, 79
Bólkur D:
Arsene Wenger tryggjaði í kvøld Arsenal víðari luttøku í Champions League við sigri á Borussia Dortmund. Spurningurin er nú bara hvør blívur nummar eitt og tvey í seinasta umfarinum.
Støðan:
1. Borussia Dortmund 12
2. Arsenal 10
3. Anderlecht 5
4. Galatasaray 1
Arsenal – Borussia Dortmund (1-0)
1-0 Yaya Sanogo, 2
2-0 Alexis Sanchez, 57
Anderlecht – Galatasaray (1-0)
1-0 Chancel Mbemba, 44
2-0 Chancel Mbemba, 86