Liverpool misti í fyrstu royndini

Premier League: Uppflytararnir úr Fulham fingu eitt fult uppiborið stig móti Liverpool

Mynd: (Scanpix)

Annar dysturin í 1. umfari í Premier League hevur verið. Í gjár vann Arsenal 2-0 á Crystal Palace, og í dag spældu Fulham og Liverpool javnleik 2-2. Liverpool var stórfavorittur, men uppflytararnir úr Fulham fingu eitt fult uppiborið stig.

 

Fulham byrjaði væl, meðan Liverpool gjørdi fleiri mistøk í uppspælinum. Stóri spælarin á vøllinum var serbiski áleyparin hjá uppflytarunum, Aleksandar Mitrovic. Hann legði Fulham á odda aftaná ein hálvan tíma, tí hann stútaði eitt innlegg í málið.

 

Liverpool svaraði aftur í seinna hálvleiki við máli frá innskifta Darwin Núñez, eftir upplegg frá Mohamed Salah. Liverpool legði nú trýst á, men í einum mótálopið fór Aleksandar Mitrovic umkoll í brotsteiginum. Hann umsetti sjávur brotssparkið til mál.

 

Liverpool helt fram at trýsta og hesa ferð var tað Mohamed Salah, sum skoraði eftir upplegg frá Darwin Núñez. Liverpool rakti tvørstongina í yvirtíðini, men talan hevði verið um ein lítlan stuldur, tí Liverpool spældi illa, Fulham fekk eitt fult uppiborið stig.

 

Premier League 1. umfar:

 

Í gjár:

 

Crystal Palace – Arsenal 0-2

 

Leygardagin:

 

Fulham – Liverpool 2-2

 

AFC Bournemouth – Aston Villa (15.00)

 

Leeds – Wolverhampton (15.00)

 

Newcastle – Nottingham Forest (15.00)

 

Tottenham – Southampton (15.00)

 

Everton – Chelsea (17.30)

 

Sunnudagin:

 

Leicester – Brentford (14.00)

 

Manchester United – Brighton (14.00)

 

West Ham – Manchester City (16.30)

 

1Arsenal11002:03
2Fulham10102:21
3Liverpool10102:21
4Bournemouth00000:00
5Aston Villa00000:00
6Brentford00000:00
7Brighton00000:00
8Chelsea00000:00
9Everton00000:00
10Leeds00000:00
11Leicester00000:00
12Manchester City00000:00
13Manchester United00000:00
14Newcastle00000:00
15Nottingham Forest00000:00
16Southampton00000:00
17Tottenham00000:00
18West Ham00000:00
19Wolves00000:00
20Crystal Palace10010:20

Mynd: (Scanpix)