Liverpool og Beatles túrur

Liverpool fjepparar úr Føroyum hava møguleika at fara við føroyskum ferðalagið til fyrsta umfari hjá Liverpool í Premier League.

Í august ger Liverpool Føroyar enn eina ferð niður til Liverpool at hyggja eftir dysti og uppliva Beatles-býin.

 

Dysturin hesaferð er heimadysturin móti Southampton sekstanda august.

 

Flogferðin úr Føroyum verður hósdagin 14/8 og flogferðin heimaftur verður mánadagin 18/8. Flogið verður beinleiðis úr Vágum til London, haðani koyrt verður til Liverpool í bussi (3 tímar). Í London verður búð á hotelli í miðbýnum.

 

Fríggjadagin verður møguleiki at fara á kenda Beatles-túrin, har øll tey kendu støðini verða vitjaði. Liverpool er spennandi shopping-býur og góð tilboð eru fyri børnini. Liverpool Føroyar sigur at túrurin kann gerast eitt upplivilsi fyri alla familjuna.

 

Pláss er fyri 20 fólkum hesaferð.

 

Higartil hava um 1.000 føroyingar verið á hesum ferðunum hjá Liverpool Føroyar.

 

Liverpool Føroyar sigur at enda.

 

- Tó at vit ikki kunnu tryggja úrslitið frammanundan, kunnu vit lova tykkum eina ógloymandi ferð.