Nú eru allir tíggju dystirnir í 1. umfari í Premier League spældir. Í dag vunnu bæði Liverpool og Manchester City rímiliga greiðar sigrar, meðan Arsenal er einasta av topp seks feløgunum frá farna kappingarári, sum liggur eftir á.
Les eisini: Paul Pogba í fyrstu royndini
Liverpool vann heili 4-0 á West Ham, sum ikki hevði nógv at bjóða uppá á Anfield. Toppskjúttin og ársins spælari Premier League farna kappingarár, Mo Salah, brúkti bara 19 minuttir til at fáa hol á. Næstur honum kom Sadio Mané, sum skoraði tvey tey næstu, áðrenn Daniel Sturridge staðfesti sigur. Hann hevði bara verið vøllinum í fá sekund, áðrenn hann skoraði.
Fyrsti stórdysturin í hesum kappingarárinum var á Emirats leikvøllinum í London, har Arsenal spældi sín fyrsta dyst uttan Arsené Wengar í 22 ár. Á hinari hálvu stóð meistaraliðið úr Manchester City, sum vann 2-0. Raheem Sterling og Bernardo Silva skoraðu málini.
Premier League:
Manchester United 2 - 1 Leicester City
Newcastle United 1 - 2 Tottenham Hotspur
AFC Bournemouth 2 - 0 Cardiff City
Fulham 0 - 2 Crystal Palace
Huddersfield Town 0 - 3 Chelsea
Watford 2 - 0 Brighton & Hove Albion
Wolverhampton Wanderers 2 - 2 Everton
Í morgin:
Liverpool - West Ham United 4-0
Southampton – Burnley 0-0
Arsenal - Manchester City 0-2