Liverpool og City vunnu

Champions League: Liverpool og Manchester City í fyrru fjórðingsfinalunum

Liverpool vann 3-1 á útivølli móti Benfica og Manchester City vann 1-0 á Atletico Madrid, tá tvær av fyrru fjórðingsfinalunum vóru í kvøld.

 

Liverpool var stórur favorittur móti portugisiska Benfica, sum var á heimavølli í kvøld. Gestirnir komu á odda 2-0 í fyrra hálvleiki við málum frá verjuspælaranum Ibrahima Konaté, og Sadio Mané. Serliga seinna málið var væl spælt.

 

Í seinna hálvleiki raknaði heimaliðið við, tá umbidni Darwin Nunez umsetti eina gávu frá  Ibrahima Konaté, ið ikki rakti bóltin. Benfica kundi – og helst burdi – havt javnað, áðrenn Liverpool móti dystarenda fekk tamarhald á dystinum aftur.

 

Tá Benfica ikki tó av, so tók Liverpool av. Við eitt sindur av hepni bleiv Luis Díaz leysur og skoraði móti gamla arvafíggindanum. Bæði hann og Diogo Jota hava spælt við FC Porto, men seinnnevndi umsetti ikki í yvirtíðini, tá hann fekk sama møguleika.

 

Á Etihad leikvøllinum í Manchester vann heimaliðið 1-0 á verjukenda Atletico Madrid. Kevin De Bruyne bleiv sigursharri, tá tjúgu minuttir restaðu í. Hetta bleiv ein dystur millum avleveringsvenjaran Pep Guardiola og verjukenda Diego Simeone.

 

Gestirnir høvdu fyri tað mesta 11 mans aftanfyri bóltin og royndu at verja. Tað skuldi ein innskifting av Phil Foden til, áðrenn tað kom hol á. Hann fann Kevin De Bruyne, sum skoraði einasta málið í dystinum.

 

Champions League 1/4:

 

Benfica – Liverpool 1-3 (0-2)

 

0-1 Ibrahima Konaté, 17

 

0-2 Sadio Mané, 34

 

1-2 Darwin Nunez, 49

 

1-3 Luis Díaz, 87

 

 

 

Manchester City – Atletico Madrid 1-0 (0-0)

 

1-0 Kevin De Bruyne, 70