Tað var stórur spenningur í bólki E, har Red Bull Salzburg og Liverpool skuldu stríðast um eitt pláss í Champions League endaspælinum. Fyrri dysturin millum liðið endaði við 4-3 sigri til Liverpool á Anfield, men orkuríku eysturríkarnir vísti tá, at teir eisini kunnu spæla við.
Soleiðis var eisini á Red Bull Arena í kvøld, har Salzburg skuldi vinna fyri at koma víðari. Heimaliðið kundi havt skorað bæði tvær og tríggjar ferðir í fyrra hálvleiki, men Alisson Becker og Vrigil van Dijk stóðu í vegin. Í hinum endanum brendi Mohamed Salah tveir til tríggjar risa møguleikar.
Við tíðini setti Liverpool seg eitt sindur á dystin, men aftur tíðliga í seinna hálvleiki kundi Erling Braut Haaland lagt heimaliðið á odda. So kom gongd á verandi meistaraliðið í Champions League. Sadio Mané legði innfyri til Naby Keita, sum stútaði í eitt tómt mál. Ein minutt seinni riggaði hjá Mo Salah, sum úr spískum í høgru trillaði bóltin í málið, eftir at málverjin kom út.
Hetta tók eitt sindur av mótinum frá heimaliðnum, sum bara í løtum mgnaði at hótta málið hjá Liverpool, sum nú er víðari sum nummar eitt. Napoli vann 4-0 á belgiska Genk og er víðari sum nummar tvey.
Bólkur E:
Red Bull Salzburg – Liverpool 0-3 (0-0)
0-1 Naby Keita, 57
0-2 Mo Salah, 58
Napoli – Genk 4-0 (3-0)
1-0 Arkadiusz Milik, 3
2-0 Arkadiusz Milik, 26
3-0 Arkadiusz Milik, 38
4-0 Dries Mertens, 75 br
Støðan:
1. Liverpool 13
2. Napoli 12
3. Red Bull Salzburg 7
4. Genk 1