Tað verður ein kollvelting á miðvøllinum hjá Liverpool komandi kappingarár. Fyrst fóru James Milner, Naby Keita og Alex Oxlade-Chamberlain. Síðani kom óvæntaða skiftið hjá Jordan Henderson til Al-Ettifaq, ið hevur Steven Gerrard sum venjara.
Nú hevur Liverpool eisini selt Fabinho til Al Ittihad fyri áleið 350 milliónir krónur. Skiftið hevur verið á veg í eina tíð og nú er skiftið alment. 29 ára gamli miðvallarin verður nú liðfelagi við N'Golo Kanté og Karim Benzema.
Fabinho bleiv keyptur stutt eftir Champions League finaluna móti Real Madrid í 2018. Síðani hevur hann vunnið øll steypini, sum tú kanst vinna á ovastu rók við Liverpool. Tað kemur óvart á, at Liverpool hevur selt bæði Jordan Henderson og Fabinho eftir at uppstarturin er byrjaður.
Nýggir í hópinum eru Alexis Mac Allister og Dominik Szoboszlai, meðan søgurnar siga, at Liverpool er í holt við at keypa Romeo Lavia frá Southampton.