Liverpool hevur í dag selt 21 ára gamla Dominic Solanke til AFC Bournemouth. Prísurin fyri enska áleyparan er um 156 milliónir krónur. Hartil hevur AFC Bournemouth eisini leigað fyrrverandi enska landsliðsbakkin, Nathaniel Clyne, úr Liverpool.
Báðir hava havt trupult við at fáa spælitíð. Dominic Solanke kom til Liverpool fyri 18 mánaðum síðani frá Chelsea, har hann er uppvaksin. Hann fekk nakrar møguleikar á besta liðnum og ein landsdyst, men síðani hevur hann sitið á bonkinum.
Roberto Firmino er klárt fyrsta val í álopinum hjá Liverpool, meðan bæði Daniel Sturridge og Divick Origi hava finigð møguleikar í hesum kappingarárinum og hava skorað. Dominic Solanke skal avloysa Jermain Defoe, sum skiftir til Rangers í Skotlandi.
Nathaniel Clyne hevur verið langtíðarskaddur. Síðani hann kom aftur hevur hann havt torført við at vinna kappingina á lokala Trent Alexander-Arnold og Joe Gomez.