1. juli er høgri bakkurin leysur av sáttmála sínum við týska felagið Dortmund, og sama dag skrivar hann undir avtalu, sum bindir hann at enska felagnum Liverpool.
Tað boðar Liverpool frá á almennu heimasíðu sínari í dag.
Philipp Degen er 25 ára gamal og skal ætlandi kappast við Steve Finnan og Alvaro Arbeloa um sessin sum høgri bakkur. Í fýra ár hevur hann spælt fyri týska stórfelagið, og áðrenn tað umboðaði hann felagið FC Basel úr heimlandinum.
Við heimasíðuna sigur Liverpool-venjarin, Rafael Benitez, at hóast Philipp Degen er lutfalsliga ungur, so hevur hann drúgvar altjóða royndir frá sveitsiska landsliðnum, umframt at hann eisini hevur spælt Champions Leauge fótbólt, tá hann umboðaði FC Basel.
Hóast Philipp Degen ikki kendasta navnið í fótbóltsheiminum, so er hann ikki heilt ókendur í føroyskum fótbólti. Hann var nevniliga partur av sveitsiska landsliðnum, sum Føroyar spældu ímóti í undankappingini til EM-endaspælið í 2006, og byrjaði inni, tá Sveits vitjaði á Svangasskarði tann 5. juni í 2005 og vann 1-3.