Liverpool sum í gomlum døgum

Rimmar 5-0 sigurin á útivølli ímóti Tottenham lyfti teir reyðu fram á næstfremsta plássið

Hetta kappingarárið hevur higartil verið væl betri, enn nógvu tey undanfarnu hjá Liverpool. Í dag vunnu teir reyðu sannførandi 5-0 sigur á útivølli ímóti Tottenham. Harvið lyfti Liverpool seg fram á næstfremsta plássið. Tað sama stigatal, sum Chelsea hevur, og tað eru trý stig fram til Arsenal, sum framvegis er oddalið.

Tað eru nógvir føroyingar, sum stuðla Liverpool. Áhugin hjá mongum stavar frá gullárunum, tá ið Kenny Dalglish, Ian Rush, Allan Hansen, Ray Kennedy, Allan Kennedy, Ray Clemence, Greame Souness, Terry McDermott og allir hinir vunnu stórar sigrar og nógvar kappingar.

Síðstu árini hevur tað ikki hilnast væl í heimligu kappingini, og Liverpool hevur staðið í skugganum av eitt nú Manchester feløgunum og Chelsea. Síðsta meistaraheitið varð vunnið í 1990, og hurðin hevur gingið títt á Andield Road, har spælarar og venjarar eru komnir og farnir.

Nú letur til, at skil er komið á aftur, síðani norðurírski Brendan Rodgers fekk ábyrgdina. Avrikini eru sannførandi, og ikki minst í dag var tað eingin slingur í valsinum. Stjørnan yvir øllum hinum higartil í ár hevur verið Luis Suarez, sum er greiður toppskjútti í Onglandi, og sum aftur í dag skoraði tvær ferðir. Tvær aðrar ferðir átti hann næstsíðsta fótin á.

Hjá Tottenham var hetta steinur oman á byrðu. Liðið tóktist so smátt hava ryst 6-0 sekkin á útivølli ímóti Manchester City fyri trimum vikum síðani av sær, men nú var aftur heilt galið og fram ímóti endanum, eftir at heimaliðið hevði mist ein mann, var talan um upploysn. Spurningurin er nú, hvussu tryggur venjarin situr í sessinum. Tottenham er ikki heilt siglt afturav. Tað er eru átta stig fram til Liverpool og næstfremsta plássið, men André Villas-Boas tolir neyvan nógv úrslit av hesum slagnum aftrat.