Liverpool: Thiago inn og tveir út

Premier League: Leysasøgurnar eru nógvar, og ein er at meistarnir ætla at keypa úr Bayern Munchen

Sunnudagin verður seinasta umfar í Premier League og síðani verða sjey vikur av summarferiu. Tað er tíðin, tá feløgini byrja seg til eitt nýtt kappingarár og gitingar eru nógvar.

Í samband við at Liverpool fekk steypið mikukvøldið boðaði Adam Lallana frá, at hann ikki heldur fram nú sáttmálin gongur út. Nógv bendir á, ungi Curtis Jones fær møguleikan at veksa seg í leiklutin hjá Adam Lallana. Curtis Jones hevur gjørt nýggjan sáttmála, og er uppraðfestur til at hava nummar 17 á rygginum til komandi kappingarár.

Tað er breið semja í altjóðaítróttarmiðlunum, at miðverjin Dejan Lovren hevur spælt sín seinasta dyst fyri Liverpool. Hann er týpan, sum kann spæla væl í 85 minuttir, men so gera eitt stórt mistak. Minuttirnar eru blivnir færri og færri, og nú verður mett at hann endar í Zenit í Russlandi fyri áleiði 100 milliónir krónur. Helst kemur ein nýggjur miðverji inn, men enn eru leysasøgurnar ikki so nógvar.

Av tilgongd tykist Thiago Alcantara úr Bayern Munchen verða mest sannlíkur. Hóast hann er 29 ár og Liverpool fyri tað mesta keypir spælarar, sum eru í mesta lagi 26 ár, so gevur tað fíggjarliga meining.

##med2##

Jurgen Klopp, venjari hja Liverpool, segði at felagið ikki hevði umstøður at keypa eitt nú Timo Werner, ið er endaður í Chelsea, tí fíggjarheimurin er broyttur so nógv við koronasmittuni. Thiago Alcantara hevur eitt ár eftir av sáttmálanum, og tí verður mett at hann kann koma til felagið fyri áleið helmingin av teimum 375 milliónunum, sum Timo Werner kostaði Chelsea.

- Eg veit ikki hvør spælir fyri okkum komandi kappingarár, so eg havi einki at siga um tað. Thiago Alcantara er ein góður spælari, men hann er ein spælari hjá Bayern Munchen, sigur Jurgen Klopp við Sky Sport.

##med3##

Formaðurin í Bayern Munchen, Karl-Heinz Rummenigge, segði fríggjadagin við týskar miðlar, at Thiago Alcantara hevur boðað felagnum frá, at hann ikki hevur í sinni at leingja sáttmálan.