Liverpool úti av minnu steypakappingini

Fleiri dystir í minnu ensku steypakappingini, Carabao Cup, hava í kvøld verið spældir

 

Í Onglandi luttaka øll Premier League feløgini í tveimum steypakappingum uppá eitt kappingarár. Tann størra av teimum er FA Cup, meðan tann seinna hevur minni týdning fyri flestu feløgini. Tann kappingin æt í nógv ár League Cup, men hevur seinnu árini ofta broytt navn. Í ár eitur tann kappingin Carabao Cup.

 

Í Carabao Cup hava fleiri dystir verið spældir í kvøld. Eitt av liðunum sum í kvøld hevur spælt er Liverpool, sum á útivølli spældi móti Leicester.

 

Sum heild sást at dysturin fyri bæði liðini ikki hevði so stóran týdning, tí á báðum liðum vóru fleiri leikarar sum vanliga ikki spæla so nógv við. Tó so, vóru einstakir profilar eisini við, tí á Liverpool liðnum byrjaðu millum annað liðskiparin, Jordan Henderson og Philippe Coutinho.

 

Dysturin endaði við at heimaliðið Leicester vann dystin 2-0. Bæði málini komu í seinna hálvleiki, Shinji Okazaki legði Leicester framum tá 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, meðan Islam Slimani skoraði avgerandi málið til 2-0 tá 12 minuttir vóru eftir av dystinum.

 

Av øðrum dystum vann West Ham 3-0 á heimavølli móti Bolton, meðan Crystal Palace fekk sín fyrsta sigur hetta kappingarárið, tá teir á heimavølli vunnu 1-0 móti Huddersfield.

 

Úrslitini í Carabao Cup í kvøld:

Bournemouth – Brighton 0-0 (Longd leiktíð – teir spæla enn)

Aston Villa – Middlesbrough 0-2

Brentford – Norwich 1-3

Bristol City – Stoke 2-0

Burnley – Leeds 2-2 (Longd leiktíð – teir spæla enn)

Crystal Palace – Huddersfield 1-0

Leicester – Liverpool 2-0

West Ham – Bolton 3-0

Wolves – Bristol Rovers 0-0 (Longd leiktíð – teir spæla enn)

Reading – Swansea 0-2 (Dysturin ikki liðugur enn)

Tottenham – Barnsley 1-0 (Dysturin ikki liðugur enn)