Fyrsti landskappingardysturin í bestu deildini í Onglandi eftir landsliðssteðgin var tíðliga seinnapartin tá ið Newcastle hevði vitjan av Liverpool.
Úrslitið var 2-2, og tá ið alt kom til alt mundu teir á heimaliðnum vera best nøgdir, hóast teir tvær ferðir vóru á odda. Stutt undan steðginum varð Mapou Yanga-Mbiwa rikin av vøllin fyri at hava nýtt neyðbremsuna ímóti Luis Suarez. Steven Gerrard umsetti brotssparkið til mál. Hetta var 100. málið hjá Liverpool liðformanninum í landskappingini, og so var tað mótbrekka hjá Newcastle, sum hevði verið á odda 1-0 við rimmar málið, sum Yohan Cabaye hevði skorað við langskoti.
Men heimaliðið megnaði væl og virðiliga at halda tørn í 2. hálvleiki. Tíggju minuttir eftir steðgin legði innskifti Paul Dummett Newcastle framum aftur. Liverpool spælið var eyðkent av lítlari ferð og lítlum hugflogi. Kortini eydnaðist tað at javna. Daniel Sturridge skoraði eftir innlegg úr vinstru frá Luis Suarez.
Liverpool og Newcastle eru fyribils tey einastu, sum hava spælt átta dystir. Liverpool er topplið við 17 stigum, og Newcastle er á níggjunda plássi við 11 stigum.
Hinir dystirnir í hesum umfarinum:
Í dag
Swansea-Sunderland kl. 15.00
Stoke-West Bromwich Albionv kl.15.00
Manchester United-Southampton kl. 15.00
Everton-Hull kl. 15.00
Chelsea-Cardiff kl. 15.00
Arsenal-Norwich kl. 15.00
West Ham-Manchester City kl. 17.30
Í morgin
Aston Villa-Tottenham kl. 16.00
Mánadagin
Crystal Palace-Fulham kl. 20.00