Liverpool tók ikki av gylta møguleikanum

Liga Cup: Arsenal helt málið reint við einum manni í undirtal í yvir ein tíma

Liverpool fekk ein gyltan møguleika, at vinna sær ein fyrimun í fyrru hálvfinaluni í Liga Cup móti Arsenal, tá Granit Xhaka bleiv útvístur eftir bara 24 minuttum.

 

Liverpool, sum er uttan Mohamed Salah og Sadio Mané, hevði trupult við at útnytta yvirtalsstøðuna, meðan gestirnir úr Arsenal vardu væl. Tá so gestirnir fóru í mótálop, so bleiv tað til tíðir vandamikið.

 

Tað endaði við, at Liverpool kringsetti brotsteigin hjá Arsenal seinastu løtuna. Klárt størsta møguleikan fekk japanski Takumi Minamino, sum skjey uppum úr stuttari fjarstøðu, eftir at málverjin var farin úr málinum.

 

Liðini møtast aftur um eina viku á Emirates leikvøllinum í London. Vinnarin skal møta Chelsea í finaluni.