Liverpool vann 3-1 á Blackburn

Á heimavølli vann Liverpool 3-1 á Blackburn. Støðan í hálvleikinum var 0-0. Steven Gerrard legði Liverpool á odda eftir 60 minuttirs spæl. Gerrard legði upp til Fernando Torres, sum skoraði til 2-0 eftir 82 minuttirs spæl. Hetta var samstundis mál nr. 30 hjá Torres í hesum kappingarárinum. Í yvirtíðini skoraði Andrey Veronin til 3-0, og beint áðrenn seinasta bríksl skoraði Roque Santa Cruz eitt troystarmál fyri Blackburn. Liverpool er nú 5 stig frammanfyri Everton, og liggja teir væl fyri at vinna tað týdningarmikla 4. plássið.