Liverpool vann á Manchester United

Daniel Sturridge skoraði einsamalla málið í arvafíggindauppgerðini millum Liverpool og Manchester United í dag. Málið kom longu aftaná tríggjar minuttir. Annars var talan ikki um nakran væl spældan dyst.

 

Liverpool fekk eina dreymabyrjan, tá Daniel Sturridge longu aftaná tríggjar minuttir legði heimaliðið á odda. Steven Gerrard sendi hornaspark innfyri, sum Daniel Agger stútaði móti málinum. Tætt undir málinum stóð Daniel Sturridge og fekk líka høvdið á bóltin, sum síðani fór í málið.

 

Eftir málið trýsti Manchester United, men sum klokkan gekk, so stóð Liverpool móti trýstinum. Í fyrru hálvu av seinna hálvleiki settu gestirnar seg á dystin. Liverpool megnaði sjáldan at hótta, meðan Manchester united hevði bóltin fyri tað mesta, men tó uttan at koma í vandamiklar støður.

 

Manchester United kom til onkran einkultan møguleika, har millum annað Robin van Persie ikki rakti málið úr stuttari fjarstøðu. Í hinum endanum hevði Liverpool ikki eina roynd á málið fyrr enn í 94. minutti.

 

Liverpool hevur fult stigatal eftir tríggjar dystir, meðan Manchester United hevur fýra stig. Daivd Moyes megnaði ongantíð sum venjari hjá Everton í 11 ár at vinna á Anfield. Fyribils heldur tað støðan stikk.

 

Premier League:

Liverpool – Manchester United (1-0)

1-0         Daniel Sturridge, 3

LIVERPOOL: Mignolet ; Johnson (Wisdom 78,), Agger, Skrtel, Enrique; Henderson, Lucas, Gerrard; Aspas (Sterling 60, 6), Sturridge, Coutinho (Alberto 84).

Á bonkinum: Jones, Ibe, Kelly, Flanagan.

Gul kort: Aspas

MAN UNITED: De Gea; Jones (Valencia 37,), Ferdinand, Vidic, Evra; Carrick, Cleverley; Young (Nani 62,), Welbeck, Giggs (Hernandez 75); Van Persie.

Á bonkinum: Anderson, Smalling, Lindegaard, Buttner.

Gul kort: Cleverley, Van Persie, Carrick, Young

 

Dómari: Andre Marriner

Áskoðaratal: 44,411