Umhvørvisgóðkenningin fevnir um alt virksemið, sum er knýtt at lívfiskatstøðini, har framleiðslan verður eini 300 tons av fiski um árið. Støðin, sum skal byggjast, fer at síggja nøkulunda soleiðis út.

Lívfiskastøðin hevur fingið umhvørvisgóðkenning

- Treytir eru eitt nú settar um, at P/F Bakkafrost Farming fylgir við støðuni á botninum við munnan á spillvatnsútleiðingini, sigur Umhvørvisstovan.

Umhvørvisgóðkenningin fevnir um alt virksemið, sum er knýtt at lívfiskatstøðini, har framleiðslan verður eini 300 tons av fiski um árið. Støðin, sum skal byggjast, fer at síggja nøkulunda soleiðis út.

Umhvørvisstovan hevur hin 22. desember í ár veitt umhvørvisgóðkenning til Lívfiskastøðina hjá P/F Bakkafrost Farming í Skálavík.

 

- Ein lívfiskastøð framleiðir lívfisk við tí endamáli at taka rogn, tá lívfiskurin er kynsbúgvin. Støðin framleiðir eisini nakað av yngli og smáfiski. 

 

Umhvørvisgóðkenningin fevnir um alt virksemið, sum er knýtt at lívfiskatstøðini, har framleiðslan verður eini 300 tons av fiski um árið.

 

- Støðin brúkar bæði vatn og sjógv, og hon leiðir spillvatn frá rakstrinum á sjógv ígjøgnum eina umleið 700 metra langa leiðing.

 

Umhvørvisstovan vísir á, at munnin, har spillvatnið rennur út, er á 20-25 metra dýpi, umleið 225 metrar norðanvert Villingatanga.

 

- Spillvatnið inniheldur skarn og fóðurleivdir frá framleiðsluni. Harafturat kann nakað av óljóði standast frá framleiðsluni.   

 

Dentur er lagdur á, sigur Umhvørvisstovan, at skarn og fóðurrestir ikki skulu elva til upphóping av tilfari á botni ella til aðra sjónliga dálking á staðnum.

 

- Treytir eru eitt nú settar um, at P/F Bakkafrost Farming fylgir við støðuni á botninum við munnan á spillvatnsútleiðingini. Um tað vísir seg, at útlátið frá smoltstøðini elvir til dálking, sum ikki er uttan týdning, kann Umhvørvisstovan krevja, at bøtandi atgerðir verða gjørdar.

 

Lagt verður aftrat, at treytir eisini eru settar um, at virksemið á smoltstøðunum ikki má hava við sær ampar av óljóði, lukti og øðrum.

 

Í vegleiðing um kærumøguleika, vísir Umhvørvisstovan á, at avgerðin hjá stovninum kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum, og kærufreistin er sett til hin  20. januar 2023.

 

- Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri, siga tey á Umhvørvisstovuni, sum nú hava veitt Lívfiskastøðini í Skálavík umhvørvisgóðkenning.

 

Neyvari um umhvørvisgóðkenningina kann lesast um heimasíðuna hjá Skálavíkar kommunu - www.skalavik.fo

 

 

 

Umhvørvisgóðkenningin fevnir um alt virksemið, sum er knýtt at lívfiskatstøðini, har framleiðslan verður eini 300 tons av fiski um árið. Støðin, sum skal byggjast, fer at síggja nøkulunda soleiðis út.