Lívið er eitt spæl

Soleiðis eitur bókin sum Ráðið fyri ferðslutrygd gav út í seinastu viku. Bókin er týdd úr norskum, og er ætlað at verða ein partur av ferðsufrálæruni

Í sambandi við, at bókin »Lívið er eitt spæl« varð givin út í síðstu viku, skipaði Ráðið fyri ferðslutrygd fyri einum tíðinda- og kjakfundi seinasta fríggjadag.

Tað eru Bileftirlitið, Koyrilærarafelagið, Ráðið fyri ferðslutrygd og Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hava staðið fyri útgávuni, og tað er Sjúrður Gullbein sum hevur týtt bókina og umskrivað hava til føroysk viðurskifti.

Saman við bókini fylgja 15 spurningar, sum Vár í Ólavsstovu hevur gjørt við grundarlagi í bókini.

Spurningarnir eru ætlaðir sum upplegg til kjak millum lærarar og næmingar.

Bókin verður latin næmingunum á koyriskúlunum ókeypis.

Tað er ætlanin, at bókin skal verða partur av koyrifrálæruni. Á hvønn hátt tað verður skipað er ikki heilt vist, men í fyrstuni er tó ætlanin, at bókin skal verða partur av teoriundirvísingini hjá koyrilærarunum.

Á fundinum fríggjadagin kom tó fram, at koyrilærararnir ikki eru heilt nøgdir við hesa loysn. Meira um tað seinni í greinini.


Norsk upprunabók

Bókin »Lívið er eitt spæl« er upprunaliga norsk. Tað er Erling Pedersen sum hevur skrivað norsku útgávuna, men Sjúrður Gullbein hevur broytt bókina soleiðis, at hon gongur fyri seg í Føroyum.

Sjúrður Gullbein hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa teir ymsu smálutirnar uppá pláss, og vit kenna okkum aftur, tá farið verður um Gøtueiði og aðrastaðni við.

Bókin snýr seg um, at ung gerast vaksin og skulu taka ábyrgd av sínum gerðum.

Hon snýr seg um koyrimentan, og um tær fylgjur, sum standast av einari ógvusligari ferðsluvanlukku.

Hon snýr seg um trý vinfólk, sum á ein ógvusligan hátt skulu taka støðu til lívsins veruleikar.

Bókin er ætlað teimum 15 -19 ára gomlu, sum antin júst hava fingið koyrikort, ella sum skulu taka koyrikoyrt innan alt ov leingi.

Ætlanin er at fáa tey ungu at hugsa seg um, áðrenn tey seta ov nógva ferð á bilin. Hugsa um hvørjar fylgjur tað kann fáa fyri tey sjálvi, vinfólk teirra og ikki minst familjur teirra, um eitt óhapp skuldi hent teimum.


Koyrilærarnir ivast

Sum nevnt omanfyri so ivast koyilærararnir um bókin skal verða partur av teoriundirvísingini ella um hon skal leggjast inn aðrastaðni.

Hetta skal tó ikki misskiljast sum ein mótvilji frá koyrilærararunum móti bókini, men heldur um bókin verður brúkt á rættan hátt.

Tað, sum koyrilærararnir vísa á, er, at tað í alt eru uml. 40 tímar til taks til teoriundirvísing, og at tað eru næmingarnir sum gjalda fyri hesa undirvísing.

Skulu nú fleiri tímar leggjast á, skal tað so kosta meira at taka koyrikort, skulu koyrilærarnir gera eitt ókeypis arbeiði, ella skal minni dentur leggjast á okkurt annað í koyrifrálæruni so at bókin eisini fær pláss í verandi tíðarskipan.


Koyrifrálæra í fólkaskúlanum

Kjakið snaraði seg síðani inn á skúlarnar. Onkur koyrilærari skjeyt upp at heita á miðnámsskúlarnar, at taka bókina við í teirra undirvísing.

Vár í Ólavsstovu, sum undirvísur við miðnámsskúlarnar svaraði, at hon helt ikki, at bókin var nóg »djúp« til at brúka við hesar skúlar.

Bókin er lættur lesnaður, men hevur ikki tað sum skal til fyri at kunna brúkast sum eitt høvuðsverk, segði hon.

Tá fall tosið á fólkaskúlan og um ferðslufrálæruna har.

Í fólkaskúlanum hava tey ein tátt tey kallað »Ferðsla«, og her mettu tey flestu, at bókin hevði verið sera vælegnað.

Tað ræður jú um, at fáa fatur á teimum ungu so tíðliga sum gjørligt. At fáa tey at hugsa um ferðslu og at hava tann rætta hugburðin, áðrenn tey fáa koyrikort.

Uni Vestueið, politiinspektørur var eisini við á fundinum.

Hann helt, at bókin fór at verða eitt gott amboð í koyrifrálæruni.

Eftir hansara meting, var málbólkurin hjá bókini ikki bert tey sum taka koyrikort, men øll ungfólk.

Uni Vestureið segði eisini, at hann helt hugskotið um at bókin skuldi brúkast í fólkaskúlanum verða skilagott.


Relevant bók

Bileftirlitið, sum hevur verið við til at fíggja útgávuna, var eisini við á fundinum.

Jákup Jacobsen helt, at bókin var relevant fyri ungdóm.

Bókin er løtt at lesa, og hon hevur spurningar sum leggja upp til kjak, segði hann.

Hann kom eisini inn á »Koyribókina« sum kom út fyri stuttum.

Tann bókin viðger eisini spurningin um koyrihugburð, men hon fer ikki í dýpdina við evninum.

? Tí er henda bókin vælegnað at brúka eisini.

Niðurstøðan á fundinum var, at allir partar vóru nøgdir við bókina, men vóru ikki rættuliga samdir um, hvussu hon skal brúkast.

Partarnir vóru tó samdir, um at fylgja upprunaligu ætlanini tað fyrstu tíðina. Og tað er, at bókin skal verða partur av koyrifrálæruni hjá koyriskúlunum kring landið.


Fíggingin

Fíggingin av hesi útgávuni er ein søga fyri seg.

Sum nevnt aðrastaðni í greinini, er útgávan eitt samstarv millum partar, og teir hava fíggjað aðra helvtina av kostnaðinum uppá 80.000 krónur.

Hin helvtin er »oljupengar«.

Samstarvið millum oljufeløgini Texaco, Conoco og Murphy hevur áhuga fyri einari møguligari oljuvinnu í Føroyum, og teir ynsktu tí at stuðla onkrum tiltaki, sum var til gagns fyri samfelagið.

Teir spurdu Ferðslutrygd, um teir høvdu okkurt tiltak sum tørvaði fígging, og tí kom hetta samstarv í lag.

So tað sær út til, at oljukrónurnar eru byrjaðir at dryppa á føroyska samfelagið áðrenn ein dropi er komin upp úr undirgrundini.

Jón Kragesteen leggur tó dent á, at hetta ikki er fyrstu ferð, at teir hava fingið stuðul frá oljufyritøkum.

? Tey føroysku oljufeløgini hava verið røsk at stuðla tiltøkum okkara eisini. Føroya Shell í sambandi við útgávuni av fløguni »Síðsta Skríggj«, og Statoil við gerð av endurskinum.

Tað skilst á Jón Kragesteen, at tað er týdningarmikið við stuðli uttanífrá.

Raksturin hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd er fíggjaður við peningi av fíggjarlógini og frá Tryggingarsambandinum Føroyar, men tað er ikki nóg mikið um allar ætlanir skulu gerast veruleiki.