Í nýggja uppskotinum um fyrisiting av sjófeingi, leggur samgongan upp til, at økir kring landið skulu hava betur møguleika at taka lut í keyp og virking av fiskatilfeinginum. Millum annað skulu 60% av landaðum fiski í Føroyum, bjóðast út á almennari uppboðssølu. Eisini verður landstýrismanninum heimilað, at bjóða serligar økiskvotur út, ið skulu stuðla undir menning av økjum í landinum, ið eru í vanda fyri vaksandi arbeiðsloysi, fallandi fólkatali og óhepnum demografiskum býti.
Ein treyt er eisini, at økir mugu verða somikið stór, at kapping verður um bjóða uppá kvoturnar.
Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, sigur, at uppskotið um økismenning ljóðar gott og sær gott út á pappírinum, men hann ivast í hvussu tað fer at rigga. Brandur Sandoy sigur, at ikki fyrrenn málið er greina betur út, kann hann gera sær eina frægari meting av hvussu tað kann rigga.
- Tað sær gott út á pappírinum, at mann vil menna økir, men eg veit heilt einfalt ikki hvussu tað fer at rigga. Vit hava tvey feløg í oynni, sum reka skip, har tað eina er partaeigari í hinum, so eg veit ikki um tað verður kapping. Eg dugi heldur ikki at siga, um nakar fer at keypa skip fyri at kunna bjóða uppá kvoturnar, sigur Brandur Sandoy.
Sær út sum samgongan keypir frið
Brandur Sandoy sigur, at tá hann onga vissu hevur fyri, at ein kvota endar í Sandoynni, ivast hann í uppskotinum. Hann sigur, at tað sær meira út sum samgongan vil tryggja sær, at nakrir politikkarar úr økjum uttanfyri Havnina kunnu taka undir við uppskotinum.
- Eg beri ótta fyri, at økiskvoturnar eru agn hjá nøkrum samgongupolitikkarum og tí kunnu vit risikera, at einki endar hjá okkum, men fyri fyrst mugu vit bara bíða, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi.