- Vit høvdu ikki roknað við so nógvum fólki, men tað vísir seg, at um veðrið er gott, so koma fólk og tað vísti seg eisini at verða so í dag.
Tað sigur Anfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagum í samband við mótmælistiltakið í dag.
Hann sigur víðari, at hóast summir røðarar í dag ikki søgdu júst tað sama sum hann sjálvur segði í síni røðu, so var tað meira umráðandi, at høvuðslinjurnar vórðu greiðar.
- Tað er ein lítil ósemja her og har, men tað vil so verða. Høvuðslinjurnar eru greiðar og tað er umráðandi, sigur Anfinnur Garðalíð.